Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
21.07.2025 15:27

Søguligt úrslit í badminton á oyggjaleikunum á Orkney

Tíðindaskriv / Oyggjaleikir 2025

Á midnátt lendi føroyska ferðalagið, sum hevur verið á oyggjaleikunum á Orkney. Troytt, útlúgvaði, men eina fantastiska uppliving ríkari.

Farnu vikuna hevur føroyska badmintonlandsliðið frá morgni til myrkurs stríðst seg til besta oyggjaleikaúrslit nakrantíð. Umstøðurnar í badmintonhøllini á Orkney vóru sera góðar. Allir dystirnir vórðu stroymdir, so at familja og onnur heima kundu fylgja við allar dagar. Eisini varð okkum fortalt, at tey, sum varða av badminton á Orkney, ongantíð áður hava sæð so nógvar áskoðarar inni í høllini.

Okkara leikarar hava allir lagt nógv fyri, at úrslitið bleiv so gott. Tey hava vant nógv og miðvíst gjøgnum longri tíð, og nú sæst hetta á øllum heiðursmerkjunum, sum vórðu vunnin.

Oyggjaleikirnir á Orkney vóru á mangan hátt søguligar fyri føroyskt badminton. Fyri fyrstu ferð eydnaðist teimum annað árið á rað at koma í finaluna í liðkappingini. Eisini var Føroyar umboðaðar í øllum finalunum í einstaklingakappingini, og vunnu allar. Finalan í einmansleiki hjá harrunum var sermerkt við tað, at vit fyri fyrstu ferð vunnu hana. Og aftur til hesar oyggjaleikirnar var finalan í blandaðum tvímansleiki, føroysk. Tilsamans vunnu Føroyar 5 gull, 2 silvur og eina bronsu. 

Farnu vikuna hava okkara badmintonleikarar spælt 23 dystir í liðkappingini og tilsamans 64 dystir í einstaklingakappingini. 

Mikudagin 23. juli kl. 16.00 verður almenn móttøka fyri okkara oyggjaleikahetjum í badmintonhøllini í Havn. Øll eru hjartaliga vælkomin.

Á oyggjaleikalandsliðnum vóru:

Bjarnhild í Buð Justinussen

Mia Thorkildshøj

Miriam í Grótinum

Ranja Joensen

Sanna Thorkildshøj

Asbjørn Heide Olsen

Magnus Dal-Christiansen

Rúni Øster

Jónas Djurhuus

Christian Berg Petersen

Venjarar vóru Fai Yin Wong og Erland Poulsen.

Fysioterapeutur Bjartur B. Thomsen.

Ferðaleiðarar Sofía Olsen og Mariann Øster.

Dómarar Jónfinn Peturson og Herman Eysturoy.

Spjaldur