Á Norðoya vártingi 1636 eru sjey menn ættaðir av Húsum á Kalsoynni stevndir á ting.
Teir sjey eru Guttj Reynholttsøn, Geddeon Reynholttsøn, Thorber Anderssøn, Holden Guttessøn, Hendrick Guttessøn, Nicolas Guttessøn og Isack Guttessøn.
Í Tingbókinin stendur soleiðis hvat teir eru stevndir fyri: “For deres store Ubarmhiertighed imod nogle døde Mennesker som de fandt I en Baad paa Søen og ikke vilde bierge dennom, men røvede de arme Mennesker og tog af Baaden 3 Fiske Snøre, en Flønder, 3 Fiske vurderet 2 Gl. Ere dømt efter egen Bekendelse at bøde til K.M hver for sig 4 Mk. Sølv. Er benaadet paa 39 Gl”.
Hóast tað ikki er greitt, sambært Tingbókini, hvaðani umrøddi báturin teir hava funnið og stolið frá, so er ein áhugaverd søgn um hetta margháttliga og óhugnaliga málið í bókini hjá Dr. Jacob Jacobsen Søgnum og ævintýrum, sum hann kallar Húsarænarnarnir ella Húsamannahatturin.
“Eina aðru ferð, tá ið teir vóru farnir til útróðrar, funnu teir úti á havinum ein bát flótandi við einum manni í. Tað var ein útróðrarbátur av Eiði.
Tað hevði verið stormur av landsynningi; eiðismenn høvdu vunnið heim undir Torvanes (vestan fyri húsini á Eiði), men vóru riknir aftur til havs. Teir vóru tá møddir og illa heintir, neyðarmennirnir.
Um náttina blíðkaði móti degi, mes so brast óveðrið á aftur, og teir róku eystur á Dánialsmiðið (á várleiðini). So strangur hevði andróðurin verið hjá teimum, at av átta monnum vóru teir sjey deyðir, tá ið húsarænarnarnir raktu við bátin. Hin eini maðurin, ið livdi eftir við neyðarlívi, var formaðurin sjálvur, durhúsbóndin av Eiði, og hann sat við einum bláum tóvhatti á høvdinum.
Hann var glaður, neyðardýrið, ta ið hann sá bát, og hugsaði, at teir komu honum til hjálpar; men hann skuldi fáa annað at vita. Teir løgdu til hansara, nøktaðu hann úr klæðunum og sleptu honum so aftur í bátin, sum teir so oystu fullan av sjógv. Hatt hansara fingu teir hug til at eiga og tóku hann til sín.
So rýmdu teir sín veg og lótu bátin við tí nakna manninum í reka, hvar hann vildi. Meðan teir róðu heim aftur, eygleiddu teir alla tíðina mannin.
Tá ið teir komu á Húsarákið (mið úti í Kalsoyarfirði, tríggjar fjórðingar uttan fyri norðurendan av Kalsoynni, sótu kalsoyingar (mikladalsmenn) har og royndu miðið. Sum húsarænararnir koma rógvandi fram við teir, hoyrdu teir ein á Húsabátinum siga; “Enn hýkur hann úti í eysturi”! Kalsoyingar góvu sær ikki far um hetta tá við tað sama, tí teir høvdu ikki sæð eiðisbátin, menseinni, tað ið frættist um hattin, grunaðu teir, hvat ið meint var.
Hatturin, sum teir høvdu tikið av durhúsbóndanum, varð skjótt tiltikin, og kallaður Húsmannahatturin. Teir áttu hann allir í felag og skiftust til at hava hann, tá ið teir fóru at ferðast., so tað man vera satt, sum sagt er, at teir klandraðust ofta illa um hann.
Slíkir tóvhattar vóru nógv nýttir tá, helst tá ið menn fóru til høgtíðir ella til at fríggja. Hvar ið hesir húsamenn vóru saman í ferðum, høvdu teir antin hattin hvør sína løtu, til dømis í brúdleypum. Í brúdleypum skuldi hvør maður hava hattin undir hondini, tá ið hann fór til offurs. Bitar vóru tá í tíðini í kirkjunum; har løgdu allir hattarnar uppá og tóku niður av aftur, tá ið teir fóru at ofra.
Hin fyrsti av húsarænarunum, ið fór at ferðast við hattinum, gjørdi sær ørindi til Eiðis at fríggja til einkjuna eftir durhúsbóndan, sum teir høvdu tikið bæði lívið og hattin av; men hon kendi við tað sama hattin, ið maður hennara hevði átt, og harafturat knívin og slíðrarnar (tað høvdu teir eisini tikið). Hon østist upp av reiði, tí hon kundi nú vita, at hetta húsaslagið hevði forkomið manni hennara, koyrdi hann út og segði, at so leingi sum teir livdu, hann og tað slagið, sum hann var uppií, skuldu teir verða eyðkendir menn og forfjónaðir av øllum.”
Durhúsbóndin kallaðist Jógvan Jógvansson ella Jógvan í Durhúsi. Og var hetta navnið eisini brúkt upp til 1830, tá ið tað bleiv broytt til eftirnavnið Durhuus.
Húsarænararnir vóru dømdir at gjalda 4 Mk. í silvuri í bót og náðaðir til bert at gjalda 39 gl. hvør.
Tískil kann ætlast at eingin próvførsla hevur verið fyri, at durhúsbóndin hevur verið á lívið tá ið húsarænararnir komu til hansara, sum søgnin annars sigur.
Tingbókin sigur bert “nogle døde Mennesker”
Tað er annars sagt um húsarænararnar, at teir vóru annarleiðis mæltir enn hitt fólkið, og helst var tað tað, at teir skurraðu so illa. Tað skuldi koma av tí, at, tá ið Eiðisbáturin var horvin, og tað frættist um henda vælsignaða hatt, so bað prestur Gud um, at tað mátti roynast og kennast á onkun hátt, hvørjir ið høvdu dripið eiðismenninar, annaðhvørt í tosi ella í øðrum atburðum teirra, sum gjørt tað høvdu. Tá broyttist málið hjá húsarænarunum, og teir komu allir til at skurra.
Keldur:
Óli Egilstrøð, Úr Eiðis søgu
Jakob Jakobsen: ”Færøske folkesagn og æventyr”, 1898-1901
