Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
05.06.2025 22:43

Søgan endurtók seg eystanfyri

Mynd: Fótbóltssamband Føroya

Fótbóltssamband Føroya

Føroyar taptu 1-0 fyri Georgia á Dinamo Arena í Tbilisi hóskvøldið. Einsamalla málið í dystinum skoraði Luka Lochoshvili tá níggju minuttir vóru spældir.

Søgan hevur hug at endurtaka seg, og soleiðis var aftur hóskvøldið, tá ið Georgia og Føroyar møttust í venjingardysti á Dinamo Arena í Tbilisi.

Heimamenninir høvdu bóltin meir enn okkara, men veruliga vandamikið gjørdist tað sjáldan. Einasta málið í dystinum skoraði Luka Lochoshvili longu í 9. minutti, tá hávaksni verjuspælarin hjá georgiarum var hægstur eftir horna og stútaði bóltin í netið.

Restina av dystinum leikaði javnt á, men fleiri mál komu ikki. Føroyar høvdu onkran góðan møguleika í seinna hálvleiki, men seinasti neyvleikin manglaði í avgerandi løtunum.

– Hetta var góður venjingardystur. Vit fingu roynt okkurt nýtt taktiskt, og fleiri yngri spælarar sluppu at royna seg. Vit iðra okkum um, at vit taptu. Aftur hesaferð fingu vit eitt keðiligt mál ímóti okkum, og so vóru vit ikki nóg hvassir í teimum góðu álopsstøðunum.

– Dysturin var eisini góð fyrireiking til uppgávuna ímóti Gibraltar mánadagin og til hinar dystirnar í heyst, sigur landsliðsvenjarin, Eyðun Klakstein við heimasíðuna hjá FSF

HM undankappingardysturin millum Føroyar og Gibraltar verður á Tórsvølli 2. hvítusunnudag, mánadagin 9. juni klokkan 19:45. Atgongumerki fáast til keyps í nethandilinum á FSF.fo og á atgongumerki.fo.