Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
05.12.2025 16:14

Sofaprát og jólasangperlur

-í Skála kirkju 7/12-2025 kl. 18

Jól og jólasálmar gleðast vit um á hvørjum ári, men tað er ikki á hvørjum degi, at tú fært eitt 98 ára gamalt frásøgufólk at hava jólahugleiðingar  í einum sofapráti – í kirkjuni …

Vælkomin í Skála kirkju sunnukvøldið 7. desember kl. 18 

Afturvendandi tiltakið “Vit syngja jólini inn í Skála kirkju” verður fyri 14. ferð sunnukvøldið 7. desember kl. 18.

Góðir, kendir jólasálmar verða sungnir við fjølbroyttum, lokalum undirspæli afturvið.

Eisini fer 98 ára gamla Palma Dal-Kristiansen, yngst av 13 systkjum, sum er fødd og uppvaksin á Skála, at hava jólahugleiðingar.

Hetta verður skipað sum eitt “sofa-prát” við kirkjuráðsformannin, Asbjørn Mikkelsen.

Løtan endar við drekkamunni og rísalamangi í kirkjukjallaranum.

Hjartaliga vælkomin til hetta jólaliga tiltak, sum sjálvandi er ókeypis.

Spjaldur