Lesarabræv
So fóru tey aftur eftir sjómannafrádráttinum
Tann politiski klassin vil klóra endaleysar upphæddir til sín umvegis stóra pott, og sjómenn eru sum vant í skotlinjuni; men sjálvt um teir í heilum skulu offrast fyri at fíggja politiskar ørvitisætlanir og gylt lyftir, so er tað neyvan nøktandi.
Mong munu tey vera sum ofta seta sær hendan spurning: Fær landið ongantíð nokk? Vit eru mong ið undrast yvir hvussu tað ber til at flestu politikarar og embætisfólk eftir øllum at døma meta seg at eiga óavmarkaðan rætt til okkara skattapengar—fólksins ogn. Hví mugu og skulu hesir politikarar og teirra væl gøddu embætisfólk alla tíðina økja um sítt oyðsl av okkara skattapengum, fólksins ogn? Tað tykist ikki at koma teimum til hugs—ella so hava tey bara ongar skruplur um tað yvirhøvur—at alt hetta tey lova í eyst og vest má fíggjast og verður tikið burtur av súrt tjentum inntøkum hjá teimum produktivu í sjó- og fiskivinnuni.
Er nakar áhugi yvirhøvur millum okkara politikarar og embætisfólk at húsast meira ábyrgdarfult við okkara felags fæi og heldur royna at fáa meira fyri minni enn øvugt? Tað tykist bara ikki koma teimum til hugs at okkurt mark má vera fyri hvussu nógvar pengar tey kunnu taka frá okkum øðrum fyri at reka teirra groteskt uppbólgnaða yvirbygnað.
Uttan yvhøvur at bjóða teimum nakað afturfyri sum skulu gjalda fyri hetta, ætla tey also at tvinga sjófólkið at rinda fyri gylt vallyfti um niðursetta arbeiðsviku. Jamen, hví betala ikki politikarar og teirra embætisfólk sjálv fyri tílíkt tey borðreiða við—ella vilja tey sjálv kanska ikki niður í inntøku?
Nú ein dagin gramdu tey seg í Breddanum um sokallaðar serskattaskipanir, har onkur helt fyri at “tað at tú skattliga eggjar fólki at fara av landinum, tað er ikki rætt.” Tó ikki ein einasti spurningur um hví fólk kanska síggja seg noydd heldur enn “eggjað” til at fara av landinum at vinna sær til lívsins uppihald.
Tey mala sum hundur um heitan greyt tá tað kemur til veruligar spurningar, so sum fólkafráflyting. Tað er annars væl kent at sjó- og fiskimenn mugu leita sær av landinum fyri at tjena til lívsins uppihald, meðan føroyskir arbeiðsgevarar umvegis ‘Fast Track’ skipanina samstundis verða eggjaðir til at brúka 3. lands arbeiðsmegi í so at siga allari framleiðslu og somuleiðis innan tænastuvinnurnar. Er hetta fyri at kollrenna føroyska mentan og broyta DNA’ið hjá tí fólki sum hevur búleikast her í øldir, ella er hetta ein desperat roynd at fíggja politiskan ørskap?
Óhugnaligar upphæddir
So slongdu tey um seg við onkrari gamlari kanning ið hevði víst at landið kann spara 200-300 milliónir við at avtaka verandi “serskattaskipanir”, og millum hesar skipanir verður jú sjómannafrádrátturin roknaður—hann verður meira og meira lýstur sum tað stóra trøllið ið má og skal niður við nakkanum.
Hví sjómannafrádrátturin kom, hvat endamálið við honum var og hvørja funktión hann hevur, hoyrist lítið og einki um. Hann kom jú eftir norskari fyrimynd har sjómenn fingu ein eyka botnfrádrátt í skattarokningini fyri at fyribyrgja at fiskiskip skuldu hava ov ilt við at verða mannað. Vit høvdu líknandi avbjóðingar í Føroyum; og av tí at fiskivinnan, enn meira hjá okkum enn hjá norðmonnum, var og framvegis er grundleggjandi fyri samfelagsbúskapin, so valdu vit at gera eina skipan við sjómannafrádrátti sum mintu um ta norsku. Og hjá okkum er støðan framvegis tann at tørvur er á sjómannafrádrátti.
So kunnu politikarar og embætisfólk kalla tað eina “serskattaskipan” um tey vilja; men skal ikki tann framíhjá atgongd til okkara felags skattapengar sum politikarar og embætisfólk kanna sær—skal hon ikki roknast sum “serskattaskipan” ella tað sum verri er?
Politikarar og embætisfólk halda um ryggin hvør á øðrum tá um ræður at tryggja sær fyrimun av so høgum skattum sum møguligt. Tey eru inside’arar í skipanini og tryggja sær og sínum at sleppa fyrst framat hesum skattapengum og njóta gott av teimum, áðrenn nakað dryppar niður til tey fólk ið okkara skattapengar av røttum skuldu farið til. Hesi—einkjur, pensionistar, brekað, sjúk, avlamin og onnur, og so fótfólkið ið starvast innan tað almenna—hesi mugu fyri alt í verðini hava so lítið sum møguligt, skilst.
Tær stóru upphæddirnar skulu sum skilst heldur brúkast til feitar lønir ovast í skipanini og tey ørvitisprosjekt sum leiðandi fólk har skulu eitast at standa á odda fyri, men kortini sjáldan kunnu útpeikast sum ábyrgdarhavandi fyri tá skaðin er hendur og blivin kendur.
Talan er í veruleikanum um dólgavesin og rukkulív sum kostar óhugnaligar upphæddir; men eingin tykist tora ella vilja taka tann trupulleikan upp á tunguna, tíansheldur so frægt sum nerta hann við eini eldtong. Tí tá fær viðkomandi systemfólkið eftir sær og verður straks manøvreraður út úr øllum bólkum ið taka avgerðir, soleiðis at viðkomandi missir sína ávirkan í skipanini og kanska eisini sítt starv. So tað ber ikki til.
Tá er ólíka lættari hjá systemfólki at leggjast eftir livibreyðinum hjá sovorðnum sum eru outside’arar í teirra verð, sovorðnum sum ikki liva í og av skattapengum—sovorðnum sum sjómonnum.
Annfinnur Garðalíð Formaður Føroya Skipara- og Navigatørfelag
Deil á Facebook