Tíðindaskriv
So eru maskinurnar til Fish and Chips royndarkoyrdar, og alt gekk, sum tað skuldi – vælsmakkandi Fish and Chips í heimsklassa!
Alla vikuna hava fyrireikingar verið í sambandi við Sjómannadagin. JFK hevur havt fleiri fólk í arbeiði í sambandi við uppseting av básinum til ókeypis Fish and Chips í heimsklassa.
Jógvan Hansen frá JFK upplýsir, at enn einaferð er kapasiteturin útbygdur, tí onkur nýggj maskina er keypt, so vónandi kann hetta stytta munandi um bíðitíðina hjá fólki.
Eins og undanfarin ár eru tað royndir Fish and Chips kokkar úr Onglandi, sum standa fyri at steikja vælsmakkandi matin.
Nýggjur bygningur seinasta ár
JFK útbygdi seinasta ár matarbúðina munandi, soleiðis at skilja, at bygdur var ein nýggjur bygningur, sum er sergjørdur til endmálið. Hetta bøtti munandi um arbeiðsumstøðurnar.
Royndi enski kokkurin Graig Lewis er enn einaferð tilreiðar at borðreiða upp ímóti 8.000 portiónum til vitjandi leygardagin. Hetta var áleið talið av portiónum, sum fóru yvir diskin í 2024.
Um Graig kann annars upplýsast, at hann í 2020 var við til at vinna heiðurin sum besta Newcomer Fish and Chips shop í Onglandi. Hetta var saman við beiggja sínum Gavin Lewis, sum var við á Sjómannadegnum seinasta ár. Honum bar tíanverri ikki til at koma til Klaksvíkar í ár.
Hetta er annars 9 ferðin, at Graig er á Sjómannadegnum. Í ár hevur hann tveir nýggjar mans við sær. Tað eru brøðurnir Ruben Tiago Martins Cerveira og Telmo Diogo Martins Cerveira.
Hanus Hansen, stjóri í JFK, sigur, at byrjað verður klokkan 13,00 leygardagin, og eins og undanfarin ár verður hildið á, til ikki fleiri fólk eru á økinum.
Fiskurin er fyrstafloks toskur frá nýggja Gadus, meðan chipsini verða framleidd úr nýggjum eplum úr Onglandi, sum eru serliga væl egnað til endamálið.
Fyri at stytta um tíðina í bíðirøðini, kann hvør persónur í mesta lagi fáa 4 portiónir.
Føroya Bjór bjóðar sodavatn ella vatn afturvið.
Sjúkrahús og røktar- og eldraheim v.m. fáa eisini.
Byrjað verður annars tíðliga leygarmorgunin at gera portiónir, sum verða latnar ókeypis til sjúkrahúsið, røktarheim, eldraheim og onnur heim í Klaksvík og nærumhvørvinum. Saman við hesum portiónum letur Amarant eina dessert.