Mynd: Eysturoyarportalurin
Í morgin verður punktum sett fyri landskappingini 2022 í føroyskum fótbólti hjá monnum
Allir dystirnir verða bríkslaðir í gongd kl 15.15.
Kappingin í ár byrjaði 5. mars og endar sum sagt í morgin 22. oktober, og hevur kappingin tískil koyrt í 8 mánaðir.
270 dystir, har bæði nýggir leikarir hava fingið sítt gjøgnumbrot, meðan aðrir hava fingið sín nýggja ungdóm. Nýggir venjarir eru komnir og farnir, meðan hendingar uttanfyri vøllin eisini hava fylgt í meira lagi.
Tíðanverri gjørdist spenningurin ongantíð so stórur, sum okkurt annað árið. KÍ gjørdist meistarar og nummar 1. longu fyri nøkrum vikum síðani, hóast Víkingur onkuntíð snoddaði til 1. plássið mitt í kappingini.
Víkingur, sum fleiri fótbóltsserfrøðingar spáddu ikki fór at klára at halda dampin upp frá síðsta kappingarárið, hildu tørn og fast um 2.plássið, tó við nakað av kapping frá HB, sum endaði á 3. plássið.
Nakað av spenningi var tó um kappingini um 4. plássið, sum gav luttøku í Evropa komandi ár. Eina løtu var kappingini púra jøvn millum B36 og EB/Streymur, men móti endanum vóru tað dygdinar millum liðini, sum komu til sjóndar og vann tilskil B36 rættin til at umboða Føroyar, sum fjórða liðið komandi summar.
Í botnstríðinum kom skjótt til sjóndar, at Skála fór at fáa tað trupult, eftir eina laka byrjan uppá kappingini, við alt ov nógvum tapum og javnleikum. Og skjótt vóru teir afturúr sigldir og endaður teir eisini á 10. og aftasta plássið.
Nokk mest spennandi stríðið, var millum grannarnir B68 og NSÍ. Áðrenn kappingarbyrjan vóru B68 nokk mettir av flestu serfrøðingum, at verða eitt av liðunum, sum fór at fáa tað trupult at yvirlivað í Betrideildini. Meðan NSÍ var eitt lið, sum flest øll ikki droymdu um, fór at fáa trupuleikar við at halda sær í deildini. Men so var ikki.
Síðsta sunnudag var lagnan hjá NSÍ endaliga avgjørd, tá B68 vann 3-2 við Løkin, og sendi NSÍ niður, sum endaði á 9. og næstaftasta plássið.
So nú er bert nakað av kosmetikki (vakurleikarøkt) eftir á stigatalvuni, við tað, at nummar 6. til nummar 8. (B68, 07 Vestur og AB) øll kunnu flyta pláss, alt eftir hvussu úrslitini laga seg í morgin.
Hóast landskappingin takkar fyri seg í morgin, so er enn ein stórdystur eftir sum skal leikast. Tað verður dysturin, sum verður leiktur 29. oktober, tá landnyrðingsføroyar bresta saman í løgmanssteypafinaluni – Víkingur og KÍ á Tórsvølli kl 19.00.
Eitt brak av einum dysti sum alt annað líka, fer at samla eina stóra áskoðarafjøld til leygarkvøldið.
Deil á Facebook