Hondbóltssamband Føroya
Næsta vikuskiftið, leygardagin 13. september, byrjar SMS-kappingin í hondbólti. Sáttmálin um navnið á kvinnudeildini er nú eisini longdur fyri tvey tey komandi kappingarárini.
Umboð fyri HSF, Andrass Thomsen, stjóri, og fyri SMS, Durita Nolsøe, býlingsstjóri, hittust í farnu viku í SMS og skrivaðu undir nýggja sáttmálan.
Durita Nolsøe viðmerkir, ”at vit í SMS eru sera fegin um at leggja navn til føroysku kvinnudeildina næstu tvey kappingarárini. Kvinnuhondbólturin í Føroyum mennist støðugt, og spretta alsamt leikarar úr føroysku feløgunum, sum eisini standa seg altjóða, á landsliðnum og í útlendskum feløgum. Hetta er spennandi at fylgja.”
Andrass Thomsen gleðir seg til at SMS-kappingin byrjar. “Kvinnukappingin hevur umboðan kring alt landið og er tilgongdin av leikarum eisini vaksandi. Kynsbýtið í hondbóltinum er javnt, har talið av kvinnuligum og mannligum leikarum er á leið helvt um helvt. Hetta síggja vit stórt virði í saman við okkara stuðlum og fjepparum, sigur Andrass Thomsen.”
Við sáttmálanum er SMS-samleikin sjónligur í flest øllum viðurskiftum hvat kappingi viðvíkur, og hartil stendur SMS eisini á vinstru ermu á landliðsblusuni.
Hesi liðini møtast í fyrsta umfari í SMS-kappingini leygardagin 13. september:
Kl. 14.00 StÍF – H71
kl. 15.00 EB – VB
Kl. 18.00 Stjørnan – Neistin
Kl. 18.00 Kyndil – VÍF