Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
23.05.2024 09:02

Smábátur fór at leka eystanfyri

Bjargingarbáturin Arun

Sambært Vørn, so komu boð til MRCC at ein smábátur sum var staddur eystanfyri var farin at leka. Hetta var stutt eftir middag í gjár.

Vandi var fyri at báturin fór at søkka, so tyrlan bleiv send avstað eins og bjargingarbáturin Arun fór við tveimum pumpum. Tá tær vórðu komnar umborð bar til at halda lens og báturin bleiv síðani sleipaður til lands.

Tað tók fýra tímar frá tí at boðini komu, til báturin var komin til lands.