Sleipnir ríðingarfelag, úr Eysturoy, vann í vikuskiftinum tvey heiðursmerkir, tá kappríðing var hildin vesturi í Vágum. Hetta var samstundis FM kapping nr. 2 í ár.
Anna og Freyr vunnu eitt 3. pláss í tvíspor í fyrsta flokki. Meðan Poula og Kiljan vunnu eitt 3. pláss í trav.
Eisini varð skipað fyri einum frálíkum túri út á Munnan, har vakra náttúran vísti seg frá síni bestu síðu. Túrurin var heili 22 km.
Eitt væleydna rossa-vikuskifti er farið afturum. Og nú verður so farið at venja fram til ólavsøku-kappríðingina seinast í hesum mánaðanum.








