Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
14.08.2023 10:34

Sleipnir ríðingarfelag vann gull

Mynd: Sleipnir ríðingarfelag

Tað var ein sera spennandi seinnapartur til kappríðingina í Marknagili síðsta leygardag.

12 ára gamla Lív Gregersen Djurhuus og hesturin Dropi úr Sleipnir ríðingarfelag gjørdu einki mætari enn at vinna eitt gull í trav kappingini.

Hetta er aðru ferð, at Lív og Dropi luttaka í trav-kapping. Og sigur Lív, at hon gleðir seg og er sera spent til kappríðingina sum verður vesturi í Vágunum um tvær vikur.

Í fyrsta flokki eydnaðist tað ikki Annu Magnussen og Freyr úr Sleipnir ríðingarfelag, at vinna heiðursmerki, sjálvt um tey í stórum stíli vunnu rittið.

Kappingin í besta flokkinum er serliga spennandi í ár. Nú bert ein kappríðing er eftir í ár, so hava Anna og Freyr onki ritt tapt.

Sjálvt um einki annað ross hevur vunnið á Freyr í ár, so liggja Anna og Freyr nr. 4 í FM stríðnum. Hetta má sigast at verða sera sjálvsamt, og sigur tað eitt sindur um hvussu hørð og spennandi kappingin er í 1. flokki í ár.

Í tvíspor fyri ung, var spennandi at síggja Simonu Tornby og Kiljan renna í móti Ranju og Sirkill – hesibæði seinastu hava heldur onki ritt tapt í ár.

Tad eydnaðist ikki Simonu og Kiljan at gera nakað við sera skjótu Ranju og Sirkill, men ætlanin er at venja miðvíst víðari, sigur 11 ára gamla Simona Tornby.

Simona royndi seg eisini í trav á hestinum Gígur. Her eydnaðist tað teimum ikki at fáa eina tíð hesaferd.

Frá Sleipnir ríðingarfelag luttók Teresa Svøðstein eisini á Tign í trav. Tað gekk gott hjá Teresu og Tign, har tær til báðar royndirnar komu reinar í gjøgnum. Tíðirnar rukku tíverri ikki til at gera seg galdandi hesaferð.

Aftaná kappríðingina var felagstúrur fyriskipaður og síðani var suppa at fáa í felagshúsinum í Havnadali.

Seinasta kappríðingin í ár verður vesturi í Vágunum leygardagin 26. august.