Sleipnir ríðingarfelag skrivar soleiðis á heimasíðu síni:
Í vikuskiftinum var árliga heystkappríðingin hjá Føroya ríðingarfelag í Marknagili.
Hetta var 4. og næst-seinasta FM kapping í ár.
Aftur hesaferð vóru rossini hjá okkum við í toppinum tá ið heiðursmerkini skuldu handast.
Stigini í kappríðing verða vunnin á sama hátt sum til kappróður:
Nr. 1 fær 7 stig
Nr. 2 fær 5 stig
Nr. 3 fær 4 stig
Nr. 4 fær 3 stig
Nr. 5 fær 2 stig
Nr. 6 fær 1 stig
Í ár hava okkara Lív G. Djurhuus og Simona Tornby roynt seg í trav á hestunum Dropa og Gígur.
Væl hevur gingist teimum – nú undan seinastu kappríðingini liggja Lív og Dropi fremst á samlaðu FM-stigatalvuni við 19 stigum.
Til tríggjar tær fyrstu kappríðingarnar vunnu Lív og Dropi bonsuheiðursmerki, og til heystkappríðingina í Marknagili í vikuskiftinum, gjørdu Lív og Dropi ikki mætari enn at travað seg til eitt flott gull-heiðursmerki.
Hetta er aðruferð at Lív og Dropi vinna gull-heiðursmerki í trav, síðani tey byrjaðu at kappast í fjør. Fyri júst einum ári síðani vunnu tey bæði nemliga eisini gull til heystkappríðingina í Marknagili.
Hetta er fyrsta árið, at Simona luttekur í trav á 12 ára gamla hestinum Gígur. Til kappingina í vikuskiftinum travaðu tey seg til ein flott silvur-heiðursmerki. Hesibæði vunnu eisini silvur-heiðursmerki við Leynavatn, og eru tvær ferðir endaði á 4. plássi, sum gevur 3 stig.
Hesi úrslitini gera, at Simona og Gígur liggja á 3. plássi í samlaða FM stríðnum við 16 stigum.
Í tvíspor fyri ung upp til 15 ár hava vit aftur okkara 12 ára gomlu Simonu, sum her ríður á Kiljan.
Til ólavsøkukappríðingina sprintaðu hesibæði seg til eitt flott gull-heiðursmerki.
Simona og Kiljan eru til tær fyrstu tríggjar kappríðingarnar komin um málstrikuna klárt á odda – hesaferð vóru tey paraði at renna í móti skjóta Thor við Sólrun Lútzen á baki.
Sólrun og Thor hava vunnið tvær tær fyrstu kappingarnar í ár. So spenningurin var stórur.
Hetta var eitt flott, javnt og spennandi ritt, har Simona og Kiljan máttu taka til takkar við einum, alíkavæl flottum, silvur-heiðursmerki.
Sólrun og Thor vunnu gull við tíðini 22,05 sekund.
Simona og Kiljan vunnu silvur við tíðini 22,19.
Yrsa og Marengo vunnu bronsu við tíðini 24,13.
Thor og Kiljan eru skjótir – á degnum áttu ungu genturnar, Sólrun og Simona, 3. og 4. bestu tíðina á bananum hendan dagin.
Í samlaða FM stríðnum liggja Sólrun og Thor nú klárt á odda við 25 stigum – og okkara Simona og Kiljan liggja á einum deildum 2. plássi saman við Yrsu og Marengo við 17 stigum.
Í tvíspor fyri vaksin hava vit okkara skjóta Freyr hjá Onnu Magnussen, sum í ár eisini verður riðin av Beintu Niclasen.
Beinta og Freyr vunnu eitt trygt og flott bronsu-heiðursmerki á ólavsøku, so spenningurin var stórur hesaferð nú Beinta og Freyr skuldu royna seg í móti Braga og Alberg í seinasta rittinum á degnum.
Tíverri eydnaðist tað ikki hesaferð at gera nakað við skjóta Braga, men Beinta og Freyr koma sterkt aftur.
Í FM stríðnum liggur Freyr á einum 5. plássi við 11 stigum.
Um knappar tvær vikur verður ársins seinasta FM kapping, ið hesaferð er til heystkappríðingina har vesturi í Vágunum – tað verður leygardagin 31. august.
Í samlaða FM-stríðnum liggja Lív og Dropi nú nr. 1 í trav, meðan Simona og Gígur ligga á 3. plássi – so í hesari greinini eru vónirnar góðar. Vit eru serliga spent um Lív og Dropi fara at klára vinna FM gull.
Í tvíspor fyri ung er longu avgjørt, at Thor og Sólrun vinna FM gull. Vit í Sleipnir ríðingarfelag ynskja teimum báðum hjartaliga tillukku.
Simona og Kiljan liggja væl fyri á deildum 2. plássi, so um tey hava ein góðan dag har vesturi til komandi kappingina, so eiga vit møguliga eitt FM silvur-heiðursmerki.
Livst so spyrst..
Aftaná heystkappríðingina í Havn varð felagstúrur og suppa í felagshúsinum hjá Føroya ríðingarfelag.
Vit í Sleipnir ríðingarfelag takka øllum fyri eina spennandi kappríðing, frískan felagstúr og deiliga suppu.
Vit eru spent og gleða okkum til seinastu FM kappingina har vesturi leygardagin 31. august.
Deil á Facebook