Sleipnir ríðingarfelag skrivar soleiðis:
Ein sera spennandi ólavsøkukappríðing er farin afturum og hesaferð høvdu vit nógv at hátíðarhalda í okkara lítla felagi.
Heili 3 heiðursmerkir kláraðu okkara reiðfólk at vinna.
1 gull- og 2 bronsuheiðursmerkir.
Fyrst vóru tað Simona á Gígur og Lív á Dropa, sum kappaðust í trav. Hesaferð vóru tær paraðar saman, og skuldu tí ríða í móti hvørji aðrari.
Úrslitið av trav-kappingini
Nr. 1. Yrsa og Grettir 34,25 sek
Nr. 2. Marner og Gletta 43,03 sek
Nr. 3. Lív og Dropi 43,24 sek
Nr. 4. Simona og Gígur 44,17 sek
Hetta er 3. bronsuheiðursmerki hjá Lív og Dropa til FM í ár.
Síðani vóru tað Simona og Kiljan, ið skuldu royna seg í tvíspor, fyri ung upp til 15 ár.
Simona og Kiljan høvdu undan ólavsøkukappríðingina enn onki ritt tapt, men heldur onki heiðursmerki vunnið til tvær tær fyrstu FM kappingarnar í ár.
Til leynavatnskappingina blivu tey nr. 5, bert, 0,13 sek frá heiðursmerkjaplássi – og til kappingina har vesturi í Vágunum blivu tey nr. 4, einans 0,1 sek frá heiðursmerki.
Hetta sigur nógv um hvussu tøtt og hørð kappingin er hjá teimum ungu.
Til ólavsøkukappríðingina gjørdu Simona og Kiljan ikki mætari enn at sprinta seg til eitt flott 1. pláss og vinna kappingina hjá teimum ungu.
Úrslitið av tvíspor fyri ung
Nr. 1 Simona og Kiljan 22,09 sek
Nr. 2 Hanus og Spirit 22,51 sek
Nr. 3 Sólrun og Thor 23,05 sek
Í tvíspor fyri vaksin vóru vit spent at síggja okkara Freyr við Beintu Niclasen á baki.
Freyr hevur til tær báðu fyrstu kappingarnar runnið seg til tvey 4. pláss, einans 0,25 og 0,12 sekund frá heidursmerkjaplássi.
Aftur her, eitt dømi uppá hvussu tøtt kappingin er í skjótu flokkunum, bert brotpartar av einum sekundi avgerða um rossini blíva nr. 1 ella nr. 5.
Til ólavsøkukappríðingina vunnu Beinta og Freyr trygt rittið, og harvið eisini bronsu-heiðursmerki til ólavsøkukappríðingina.
Tvær FM kappingar eru eftir.
Heystkappríðingarnar har vestur í Vágunum tann 17. august og í Havn tann 31. august.
Vit í Sleipnir ríðingarfelag eru stolt av okkara rossum og reiðfólki – nógv kann henda, fleiri av okkara liggja væl fyri í samlaða FM stríðnum, so spennandi verður at fylgja við.
Vit takka Føroya ríðingarfelag fyri eina annaleiðis, men góða ólavsøkukappríðing og ynskja øllum vinnarunum tillukku.
Myndir: Sleipnir ríðingarfelag
Deil á Facebook