Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
02.09.2024 08:07

Sleipnir eigur føroyameistaran í Trav

Føroyameistarar í trav - Lív G. Djurhuus og Dropi (Mynd: Sleipnir ríðingarfelag)

Sleipnir ríðingarfelag

Nú fimta og seinasta FM kappríðing 2024 er av, so kann ikki sigast annað enn at hetta hevur verið eitt fantastisk kappingarár hjá okkara lítla felagið.

Í samlaðu FM-úrslitunum fyri 2024 eiga vit í Sleipnir ríðingarfelag:

Føroyameistaran í trav – Lív G. Djurhuus og Dropi

Nr. 2 í trav – Simona Tornby og Gígur

Nr. 3 í tvíspor fyri ung – Simona Tornby og Kiljan.

Okkara ungu reiðfólk, 12 ára gamla Simona og 13 ára gamla Lív, hava í gjøgnum summarið samlað sær stig í teimum fimm FM kappingunum – stuttligt var at síggja úrslitið av teirra avrikum á heiðurspallinum í gjár.

Til dagsins kapping í gjár skuldi ganga gott fyri at náa góðu FM-úrslitunum.

Lív og Dropi komu væl frá uppgávuni, og gjørdi ikki mætari enn at vinna trav kappingina við tíðini 36,79, og harvið vunnu tey eisini trygt FM-heitið í trav.

Simona og Gígur travaðu seg til eitt gott 2. pláss í trav við tíðini 39,35, meðan Marner á Glettu vann 3 plássið við tíðini 41,80.

Stigatalvan í toppinum av travkappingini sær tí soleiðis út:

Lív og Dropi 26 stig

Simona og Gígur 21 stig

Marner og Gletta 21 stig

Yrsa og Grettir 14 Stig

Simona og Marner endaðu bæði á 21 stigum, men skjótasta rossið á degnum av teimum báðum vinnur 2. plássið – tí vunnu Simona og Gígur 2. plássið í FM í trav.

Í tvíspor fyri ung lógu okkara Simona og Kiljan, undan seinastu kappingini, á einum deildum 2. plássið í FM.

Á degnum vunnu Simona og Kiljan rittið og eisini bronsu-heiðursmerki.

Av tí at Hanus Patursson, á skjóta hestinum Spirit, runnu so skjótt, at teir vunnu gull-heiðursmerki á degnum, so hálaðu teir seg av 4. plássinum og upp á 2. plássið í samlaða FM.

Okkara Simona og Kiljan vunnu tí bronsu-heiðursmerkið í samlaða FM.

Aftaná kappingina var steypahandan og síðani felagstúrur út á Munnan.

Ein veldigur túrur í góða veðrinum, vit leggja nakrar myndir við.

Eitt gott og stuttligt kappingarár er komið at enda. Vit í Sleipnir ríðingarfelag eru stolt av okkara ungdómi – vit takka øllum rossafólki, fyriskiparum og áskoðarum fyri í ár, og vit gleða okkum longu til kappingarárið 2025.

Myndir: Sleipnir ríðingarfelag