Trúboðin
Gott lag er framvegis í Nesvík, har summarlegurnar eru í hæddini. Trúboðin vitjaði við myndatóli, tá ið leiðararnir vístu, hvussu ein fær ein stóran hóp av spæliglaðum børnum at fara í bað – uttan mótmæli.
Mikukvøldið fingu børnini og leiðararnir vitjan av nøkrum spælisjúkum sløkkiliðsfólkum, sum skipaðu fyri einum ordiligum skúmbaði til alt harkaliðið. Og tað var sera væl umtókt!













