Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
19.05.2025 18:22

Skúlin í Søldarfirði

Mynd: Runavíkar kommuna

Runavíkar kommuna

Í nógv ár hevur ongin skúlagongd verið í Søldarfjarðar skúla, børnini í bygdini og á Skipanesi hava ístaðin havt sína skúlagongd á Glyvrum og í Runavík. Bygningurin hevur kortini verið í brúki, og hesi seinru árini hevur, umframt annað virksemi, verið vøggustova og taekwondo-ítróttur í skúlanum. Í fleiri ár eru umvælingar gjørdar eftir tekningum frá Fuglark, sum upprunaliga sniðgóvu bygningin, og í dag var sjøtul settur á byggistig 5 í umvælingararbeiðnum.

Fyri einum góðum ári síðan vóru tvær nýggjar vøggustovur tiknar í nýtslu í ovaru hæddini, umframt tær báðar sum frammanundan vóru í niðaru hæddini, og ítróttin er framvegis í fimleikahøllini. Í hesum umfarinum snýr tað seg um at umvæla útveggirnar á norðara endanum á skúlanum.

Í morgun skrivaðu Heri Hansen, fyri Timburtænastuna, og Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri, undir sáttmála um at fáa framt 5. stigið í samlaðu ætlanini. Undirskrivaða avtalan kostar slakar 1,2 milliónir krónur. Timburtænastan hevur avrikað øll hini byggistigini.