Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
09.09.2025 13:53

Skúlin í bygdini og bygdin í skúlanum

Mynd: Eiðis kommuna

Eiðis kommuna

Í Eiðis skúla taka tær handaligu og kreativu lærugreinirnar støði í tí staðbundna. Tey hava umskipað undirvísingina í handaverki og list, Tað hevur við sær, at næmingarnar í fimta, sætta og sjeynda flokki sleppa at velja seg inn á nøkur evni. í fimta og sætta eitur fakið ikki handaverk og list, men gagnlist og sjóvinna og hjá sjeynda eitur tað smíð, bygdamentan og handaligt.

Í samrøðu við KVF greiddi Tom Joensen, skúlastjóri, frá hesari umskipanini. Hann segði m.a. at tað byrjaði við einari royndarverkætlan fyri fýra árum síðani, tá skúlin fekk nakrar eykatímar til at royna okkurt øðrvísi. Fyri tey í Eiðis skúla hevur tað týdning at læra næmingarnar um bygdamentan og at gera hana sjónliga í skúlanum. 

– Tað sum tað snúði seg um hjá okkum var at fáa sett orð á tað, sum vit í veruleikanum høvdu gjørt í langa tíð. Í skúlanum arbeiða vit útfrá einum slagorðið sum er: Skúlin í bygdini og bygdin í skúlanum. Skulu vit gera bygdina sjónliga í skúlanum, so krevur tað, at vit fara út í bygdina og taka nakað inn við okkum sum vit kunnu arbeiða við.


Við hesum vil Eiðis kommuna takka Eiðis skúla fyri teirra fyrimyndarliga arbeiði, bygdamentan okkara at frama.