Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
10.03.2026 15:30

Skúlin er opin mikukvøldið 11. mars kl. 18 – 20

Tekniski skúlin í Klaksvík

Nú umsóknarfreistin til miðnám, yrkisnám og Serbreyt nærkast, hava vit opið mikukvøldið 11. mars frá kl. 18 – 20. Vit vegleiða og hjálpa við umsóknini.

Á TSK kanst tú fáa prógv á miðnámi, yrkisnámi og Serbreyt.

Á miðnámi bjóðar skúlin Tøknibreyt og á yrkisnámi bjóðar skúlin útbúgvingar innan matvøru, el, maskin og timbur.

Harumframt er Serbreyt eisini á skúlanum.

Lestrarvegleiðarar kunna um útbúgvingarnar.