Tíðindaskriv/Føroya Politi
Í vikuskiftinum hevur Føroya Politi fingið tríggjar fráboðanir frá handlum í Tórshavn, har ein persónur hevur sagt seg vera politistur yvir fyri starvsfólkum í handlunum.
Persónurin er fyrrverandi politistur, men er ikki í starvi hjá politinum longur.
Viðkomandi er nú skuldsettur í málinum, sum Føroya Politi kannar víðari.
Av tí at talan er um eitt áleikandi mál, eru ikki fleiri viðmerkingar til málið í løtuni.
