Í morgin týsdagin 26. august verður árliga skúlarenningin hjá Fuglafjarðar skúla.
Allir næmingar møta til morgunsang í miðhøllini kl. 08.00.
Skipað verður fyri upphiting í skúlagarðinum, áðrenn farið verður at renna.
Dagurin endar kl. 11.50. Bussarnir koyra frá Mentanarhúsinum kl. 11.55.
Heitt verður á bilførarar um at vísa serligt ansni hetta tíðarskeiðið.