Í dag og í gjár hevur Finnur Fríði virkað sum skúlaskip. Og møguliga hevur onkur fingið íblástur til sjólívið, antin at gerast skipari ella sjómaður/kvinna.
Tað eru næmingar úr 4,5,6 flokki úr Gøtu skúla sum eru sloppin ein túr við nýggja skipinum hjá P/F Varðanum, eftir at hann kom til landið í vikiskiftinum.
Siglt hevur verið inn gjøgnum Skálafjørðin og eisini var siglt út um Raktanga og inn gjøgnum Tangafjørð, har næmingarnir sluppu bæði at starta motorin, stýra og floyta.
Myndir: Føroyska Sjómansmissiónin
Deil á Facebook