Tíðindaskriv
Aftur í ár eru metnógvar ítróttagreinar til reiðar at bjóða skúlanæmingum at uppliva sína ítróttagrein. Ítróttagreinarnar tillaga sína ítrótt til skúlaítrótt, og Ítróttasamband Føroya skapa karmar fyri felagsskapi og rørlsugleði fyri øll.
Endamálið við Skúlaleikum er at kveikja til rørslu – eisini uttanfyri skúlatíð. Hetta gera vit við at geva ítróttalærarum hugskot og tilfar til ítróttatíman, og næmingarnir fáa ítróttaligar upplivingar, har tey royna nýggjar ítróttagreinar, og har tað snýr seg um at arbeiða saman sum flokkur.
Í ár bjóða vit Skúlaleikir til 4. flokk, 5. flokk, 6. flokk og 7. flokk, og talið av ítróttagreinum er methøgt. Til miðdeild eru flogbóltur, frælsur ítróttur, borðtennis, hondbóltur, tennis, badminton, rógving, kurvabóltur, bogaskjóting og rørlsumegi klár aftur í ár. Og til 7. flokkarnar eru fleiri av somu greinunum, umframt: klintring, fimleikur, fótbóltur, dart, judo og taekwondo. Sum eyka avbjóðingar, hava vit eisini bjóða Føroya politi og Tórshavnar sløkkiðlið við til stóra skúlaítróttadagin fyri 7. flokkar.
Tá ein flokkur verður meldaður til Skúlaleikir, bjóðar ÍSF, í samstarvi við sambondini, skeið fyri lærarunum og undirvísingartilfar til ítróttatíman. Møguleiki verður at fáa skúlavitjan frá onkrum av ítróttagreinunum, og allir flokkar fáa eisini í boði at luttaka á spennandi skúlaítróttadegi fyri sín árgang.
Tilmelding:
Tilmeldingarfreistin at melda flokkar til Skúlaleikir er tann 1. september 2025.
Skráin fyri skúlaárið 2025/26 er hendan:
- Fram til 1. september: Tilmelding
- 13. september: Skeið fyri ítróttalærarum (pláss fyri fleiri)
- September – feburar: Ítróttalærarar gjøgnumganga undirvísingartilfar á skúlum kring landið
- Mars/apríl 2025: Skúlaítróttadagar fyri allar flokkar
- HER ber til at melda ein flokk til Skúlaleikir 2025/26.