Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
19.08.2025 21:08

Skúlaársbyrjan í góðveðri

Miðnám á Kambsdali

Miðnám á Kambsdali

Mikudagin í farnu viku møttu 166 næmingar í 7 flokkum á fyrsta sinni á Kambsdali. Í góðveðrinum hósdagin og fríggjadagin vóru innleiðsludagar á skránni, og hepnaðust hesir sera væl.

Á Kambsdali verður altíð gjørt nógv burturúr at samansjóða flokkarnar og skapa samanhald og trivnað frá fyrsta degi. Næmingarnir koma úr øllum norðureystur økinum í Føroyum, og umráðandi er, at øll fáa eina góða byrjan, tí tað er grundarlagið undir eini góðari skúlagongd og einum mennandi skúladegi.

Hósdagin var fyrst kunning um skúlagongd og tøkninýtslu á skúlanum. Eftir ein matarsteðg var postarenning kring Kambsdal á skránni. Í postarenningini blivu næmingarnir kunnugir við nýggja umhvørvið, samstundis sum samstarvsevnini blivu roynd.

Fríggjadagin var kunning um skilhaldsreglur bæði á skúlanum og ger av reglum fyri einstaka flokkin. Síðani vitjaðu næmingarnir barnagarðin Kamb og skipaðu fyri ymiskum undirhaldi har. Eisini var myndatøka av flokkunum umframt tennisbólta- og eggjakapping. At enda var grilling, ið flokkarnir sjálvir skipaðu fyri á fløtuni millum skúlan og Vistir, áðrenn farið var í fyrsta vikuskifti sum næmingur á Kambsdali.

Í gjár byrjaðu næmingarnir vanligu skúlagongdina sambært tímatalvuni. Størsta breytin í ár er náttúrubreytin, har 63 næmingar ganga í trimum flokkum. Á búskaparbreytini ganga 50 næmingar í tveimum flokki, á hugbreytini er ein flokkur við 25 næmingum og á FHS 1 flokkur við 18 næmingum.

https://www.facebook.com/media/set/?vanity=midnamakambsdali&set=a.1607046037177364