Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
14.01.2026 15:32

Skrivligur fyrispurningur til løgmann

Savnsmynd. Eyp.fo

Bárður á Steig Nielsen, formaður Sambandsfloksins spyr løgmann, Aksel V. Johannesen um um hann stuðlar ríkisfelagsskapinum og um fráboðaði fundurin um sokallaðu tjóðarsemjuna, har fyrst 5 og nú 4 flokkar á løgtingið taka undir við, at taka Føroyar úr ríkisfelagsskapinum.

Spyrjari: Bárður á Steig Nielsen, løgtingsmaður

Svarari: Aksel V. Johannesen, løgmaður

Evni: Ríkisfelagsskapurin

Spurningar:  

  1. Stuðlar løgmaður ríkisfelagsskapinum?
  2. Eru eftirverandi flokkarnir í sokallaðu tjóðarsemjuni – Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi, Fólkaflokkurin og Framsókn – samdir um at loysa Føroyar úr ríkisfelagsskapinum?
  3. Er fundur avtalaður við donsku stjórnina um at loysa Føroyar úr ríkisfelagsskapinum?

Viðmerkingar:

Alt meðan heimurin er í upploysn, hevur javnaðarløgmaður saman við Fólkaflokkinum, Tjóðveldi og Framsókn gjørt eina sokallaða tjóðarsemju um at loysa Føroyar úr ríkisfelagsskapinum. 

Løgmaður boðaði í gjár, 13. januar, frá, at hann stuðlar Grønlandi. Grønland er feskasta dømi um, at smálond sleppa ikki at liggja einsamøll. Tey verða løgd undir ræðið av einum størri landi so ella so. Hetta eigur at verða tikið við í kjakið um fullveldi her heima í Føroyum, tí hetta er ein spurningur um, hvørjum vit vilja vera saman við – Danmark, USA ella okkurt nógv verri.

Løgmaður hevur fyri eini tíð síðani boðað frá, at fundur verður við donsku stjórnina um sokallaðu tjóðarsemjuna fyrst í hesum árinum, men enn eru ongi boð komin um, nær og um hetta verður.

Á Løgtingi, 14. januar 2026

Bárður á Steig Nielsen