Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
13.05.2026 19:42

Skráin Orku- og umhvørvisdagur 2026 í Fuglafirði

Fuglafjarðar kommuna

Skrá Orku- og umhvørvisdagur 2026

Í stuttum úr skránni:

Kl 9.00 Morgunmatur í Mentanarhúsinum og í Bønhúsinum á Hellunum

Kl 9.30 Ruddingardagur í allari kommununi, skótarnir skipa fyri

  • Kavarar rudda í bátahylinum og um onkur ynskir at luttaka, so er at ringja til brandmeistaran á tel 239112

Kl 11.30 Basalt eru á Torginum við nógvum ymiskum at keypa sær til havan v.m. og kommunan gevur út staudir og runnar ókeypis. Hetta er opið so leingi fólk er

Kl 11.45 Ruddingin er liðug

Kl 12.00 Suppa og okkurt drekkandi í Mentanarhúsinum og í Bønhusinum á Hellunum

Kl 14.00 Umhvørvisplássið á Kambsdali letur upp fyri almenninginum

Skrá, Orku- og umhvørvisdagur 2026 sum PDF