Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
11.07.2025 12:43

Skráin fyri Golden League

Savnsmynd. Hondbóltslandsliðið hjá monnum í Bylgjuni (Mynd: Eysturoyarportalurin)

Hondbóltssamband Føroya

Føroysku fyrireikingarnar til komandi EM-endaspælið í Oslo byrja av álvara um mánaðarskiftið oktober/november, tá manslandsliðið skal luttaka í Golden League Gjensidige Cup í Tróndheimi í Noreg. Leiksskráin fyri kappingina er nú kunngjørd og sær soleiðis út.

Hósdagin 30. oktober
Kl. 17.15 Noreg – Danmark
Kl. 19.30 Niðurlond – Føroyar

Leygardagin 1. november
Kl. 13.00 Danmark – Niðurlond
Kl. 15.45 Noreg – Føroyar

Sunnudagin 2. november
Kl. 13.00 Danmark – Føroyar
Kl. 15.45 Noreg – Niðurlond

Talan er um føroyska tíð.

Føroysku atgongumerkini kunnu keypast til alla kappingin ella hvønn dystardag sær ígjøgnum hetta leinki: https://www.eventim.no/eventseries/3907015/?affiliate=NHC&exclusive_dealid=164061

Norska hondbóltssambandið selir eisini atgongumerki til kappingina og dystirnar her:
https://www.eventim.no/event/handballgutta-golden-league-gjensidige-cup-trondheim-spektrum-20300921/