Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
28.05.2026 22:36

Skráin fyri fríggjadagin 29. mai á Kom-út-vikuni 2026

Sjóvar kommuna

Skráin fyri fríggjadagin á Kom-út-vikuni 2026 er áhugaverd, bæði fyri børn og vaksin.

Kl. 10 bjóðar Stranda skúli øllum til felags morgunsang saman við børnunum í Borgini í Stranda skúla.

Kl. 18 verður vatnkríggj og skúmbað á parkeringsøkinum við Lítlafløtt. Allar barnsligar sálir eru vælkomnar at luttaka. Havi egnan vatnrevolvara við.

Kl. 20 verður sera áhugavert tiltak í Café Bella. Jákup Reinert Hansen kemur at greiða frá og hugleiða um Mikkjal á Ryggi og tær fýra árstíðirnar. Eisini fara vit at syngja fleiri av sálmunum hjá Mikkjali. Aftaná verður drekkamuður at fáa.

Fríggjadagin er seinasti møguleiki at telva við stórum talvfólki í Strandatúni við Garaguna hjá Georg.

Skráin fyri fríggjadagin 29. mai:
Kl. 10.00 – Felags morgunsangur í Stranda skúla

Hvar? Stranda skúli, Skúlavegur 7, 490 Strendur

Øll eru vælkomin við til felags morgunsang fríggjamorgunin 29. mai kl. 10.00 í Borgini í Stranda skúla.

Frá Kl. 15:00 – Uttandura talv við Stranda talvfelag

Hvar? Í Strandatúni við garaguna hjá Georg

Stranda Talvfelag skipar aftur í ár fyri uttandura talvi frá kl. 15.00 og út á kvøldið mánadag til fríggjadag á Kom-út-vikuni.

Stórt talv verður teknað á asfaltið, og so verður møguligt at telva við stórum talvfólki.

Kl. 18:00 – Vatnkríggj og skúmbað

Hvar? Á parkeringsplássinum við Lítlafløtt, Fløtuvegur 82, 490 Strendur

Havið egnan vatnrevolvara við.

Kl. 20:00 – Mikkjal á Ryggi og tær fýra árstíðirnar í Café Bella

Hvar? Café Bella, Heygsstøð 6, 490 Strendur

Jákup Reinert Hansen greiðir frá og hugleiðir um Mikkjal á Ryggi og tær fýra árstíðirnar.

Eisini syngja vit fleiri av sálmunum hjá Mikkjali.

Drekkamuður og okkurt leskiligt afturvið verður eisini at fáa.