Lesarabræv
Tað tykjist mær heilt undarligt, at fyrstvaldi býraðslimurin Ólavur Larsen frá lista Á, ikki enn hevur kalla nývalda býráðið saman til skipanarfund, nú tað eru gott 4 vikur síðani kommunuvalið varð týsdagin 12.november.
Hetta er heilt undarligt, tí hann og hini valdu umboðini frá Lista Á, hava verið væl vitandi um í eina tíð, at onkur av býráðslimunum úr valbólkinum B og F, sum tilsamans fingu uml. 55% av atkvøðunum frá borgarunum í Fuglafjarðar Kommunu, verða burtur í arbeiðsørindum og jólafrí uttanlanda nú í desember og byrjan av januar.
Listar B og F fingu álit frá veljarunum og fingu 5 av 9 býráðslimum, harvið ein meiriluta, og hava fyri langari tíð hava boða alment frá, ja næstan beint eftir valið, at hesir 2 listarnir eru gingnir í valbólk saman og peika á verðandi borgarstjóra til at standa á odda fyri kommununi komandi fýra árini vegna allar borgarar, óansæð hvønn tey valdu 12.november. Heilt margháttligt og óskiljandi.
Meirilutin (B og F) hava gjørt semjuskjal og hava bjóða teimum 4 umboðunum frá Á 8 av 18 nevndarsessum í teimum 6 føstu nevndunum, harav bæði meiriluta og postar sum forfólk í sosialunevnd og orku-& umhvørvisnevnd.
Tó bleiv ein freist løgd omaná hetta tilboðið eftir nakrar dagar, tí tað varð sera friðarligt við afturmeldingum frá Á uppá, hvørja støðu tey høvdu til tað, sum bleiv bjóða teimum.
Mín vón er, at Ólavur Larsen gevur sær stundir til at fáa hetta avgreitt sum skjótast, so at býráðslimir og umsiting kunnu fara í jólafrí saman við teimum nærmastu, og tað ikki verður neyðugt at møta upp í “úrtíð” til fundarvirksemi.
Ein skipan av býráðnum tekur stutta tíð at avgreiða, tá ið støðan nú er so sólar klár, sum hon er í politiska landslagnum her lokalt í kommununi.
Tað tænir ongum at bíða til evsta mark – Livst so spyrst……..
Vinarliga
Eivin Sigurð Breiðaskarð
Deil á Facebook