Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
30.09.2025 12:15

“Skiftisár er nakað, sum mann bert hevur hoyrt onkrar konur teskað um í krókunum”

Norðurlandahúsið

Skiftisárini og tess avbjóðingar hava í langa tíð verið merkt av tøgn, men hetta tíðarskeiðið, ið allar konur fara ígjøgnum, varpar dansisýningini When the Bleeding Stops nú ljós á. Dansisýningin verður í Norðurlandahúsinum fríggjadagin, 3. oktobur kl. 20.

Tað er íslendski koreografurin, Lovísa Ósk Gunnarsdóttir, ið hevur sett dansisýningina When the Bleeding Stops upp. Hon er kona, ið hevur eitt kall: at bróta tøgnina, sum er um skiftisárini, serliga í vesturheiminum. Við sýningini verða áskoðararnir bodnir inn í eitt viðkvæmt, erligt og skemtiligt rúm, har torgreiddu kenslurnar og royndir hjá konum verða lagdar fram og fagnaðar.

Við dansi og persónssøgum verður farið inn í tíðarskeiðið í lívinum, sum kann hava við sær gloymsku, at sova illa, hitatúrar og pínu í liðunum, men sum samstundis kann verða byrjanin uppá nakað nýtt, nýggjar felagsskapir og frælsi.

Síðan sýningin varð frumsýnd á Reykjavíkar Dance Festival í 2021 hevur sýningin verið á ferð og hevur verið stórliga fagnað. Har sýningin ferðast til, verða konur í skiftisárunum bodnar við á pallin at siga sínar søgur og at dansa – og at skapa rørslur, ið kunnu broyta narrativið um skiftisárini í vesturheiminum. Til sýningina í Norðurlandahúsinum fara tí føroyskar konur at vera við.

Tvær av hesum eru vinkonurnar Ann Siri Borg Hentze og Kristín Baldvinsdóttir. Tær hava meldað seg til at vera við í framførsluni, tí tær elska at dansa og at bjóða sær sjálvari av – og tí at tær halda, at vit ikki hoyra nóg nógv um skiftisárini:

“Skiftisár er nakað, sum mann bert hevur hoyrt onkrar konur teskað um í krókunum, og nú eru vit knappliga sjálvar mitt í tí. Vit høvdu ynskt, at vit lættari kundu funnið fleiri upplýsingar um tað, so vit ikki kendu okkum so einsamallar í teimum avbjóðingum, sum vit hava orsakað av hormonbroytingunum. Og vit halda sjálvar, at tað hevði verið deiligt at hoyra fleiri kvinnur, sum ikki koma lætt ígjøgnum skiftisárini, tora at tosa hart um tað, uttan at kenna seg sum vesalingar.”

When the Bleeding Stops var í uppskoti sum mest innovativa sýning á The Icelandic Theatre Awards og hevur verið róst til skýggja í øllum Norðurlondum. Í Føroyum verður sýningin víst sum partur av nýggja palllistafestivalinum VERK – Nordic Stage Days, sum verður í døgunum 2.–4. oktober.

Skráin í síni heild sæst á nlh.fo