Tað var í september í 2000, at ein ungur og evnaríkur unglingi úr Gøtu skifti Føroyar út við Niðurlond og hollendskan fótbólt.
Eitt leikaraskifti, sum gjørdi, at ungi drongurin fór frá trygga og heimliga umhvørvinum í Gøtu og út í stóru verð til felagið FC Zwolle, sum tá leikti í næstbestu deildini (Gouden Gids Divisie).
Men 25 ár seinni hevur hendan søgan nokk fingið enn størri týdning enn flestu fótbóltsáhugaðir føroyingar høvdu vænta.
Tí nokk fyri fyrstu ferð í føroyskari fótbóltssøgu, hevur ein føroyingur verið liðfelagið við ein venjara sum hevur vunnið sterkastu fótbóltslandskapping í heiminum – ensku bestu deldini.
Tað gjørdist greitt tann 28. april í ár, tá ið Liverpool FC, við hollendinginum Arne Slot á odda, vann ensku Premier League.
Endaði í Zwolle
Gøtumaðurin, Súni Olsen, var tá bert 19 ára gamal, men hevði longu tá gjørt vart við seg í føroyskum fótbólti i nøkur ár. Hann hevði gjørt hol í sjógvin í Sarpugerði og var vorðin ein eftirspurdur leikari úti í heimi hjá útlendskum feløgum, eftir at hann fekk sína debut á besta liðnum hjá GÍ í 1997, bert 16 ára gamal.
Fótbóltslagnan vildi tað soleiðis, at leiðin gekk til Niðurlond, umvegis danan Geir Lange og mammubeiggjan Paula Jarnskor, til eina royndarvenjing í FC Zwolle saman við øðrum leikarum, sum eisini bankaðu upp á til at sleppa í hópin hjá besta liðnum.
Eftir bert tí einu venjingina hevði táverandi høvuðsvenjari, Dwight Lodeweges, sæð nokk og bjóðaði unga evnaríka leikaranum úr Føroyum ein 2 ára sáttmála.

Býurin í landslutinum Overijssel
FC Zwolle er eitt fótbóltslið úr býnum Zwolle, sum liggur í landslutinum Overijssel miðskeiðis í Niðurlondum. Í Zwolle búgva uml. 130.000 fólk.
Liðið Zwolle hevur broytt navn nakrar ferðir, og í dag kallast tað PEC Zwolle.
Tá ið Súni leikti í felagnum, kallaðist heimavøllurin Oosterenk Stadion, og hevði pláss til uml. 6.900 áskoðarar.
Upprunaliga varð leikvøllurin bygdur í 1934, men umbygdur í fleiri umførum.
Í 2007 var farið undir at byggja nýggjan leikvøll og stóð ein nýmótans leikvøllur klárur longu í 2009.
Leikvøllurin í dag kallast MAC³PARK Stadion og tekur uml. 14.000 áskoðarar.
Tá ið Súni møtti Arne Slot
-Tá ið eg kom til felagið av fyrstan tíð og skuldi inn í skiftirúmið hjá besta liðnum at skifta fyri fyrstu ferð, so var tað soleiðis, at beint innan fyri hurðina til høgru, var ein partur av skiftibonkinum, sum virkaði tøkur hjá mær.
Smæðin og ókendur setti hann seg uttast á hendan bonkin fyri ikki at gera ov nógv hóvasták burtur úr sær sjálvum. Men tá ið hann hevði sitið har eina lítla løtu, kom ein leikari inn og skuldi sita júst har, tí hatta var hansara pláss.
Maðurin var eingin annar enn Arne Slot, núverandi høvuðsvenjari hjá Liverpool FC.
-Har var ikki so nógv annað at gera hjá mær enn at rykkja eitt sindur longur inn á bonkin og lova honum at sita á sínum plássi, og so var tann trupulleikin loystur.
-Eg kom sostatt at sita og skifta við síðuna av honum bæði árini, sum eg var í felagnum, og vit funnu bara væl útav tí saman.
-Eisini koyrdu vit ofta til og frá venjing í sama bili, har vit deildu um koyriuppgávuna. Viðhvørt var tað Arne, sum koyrdi okkum, og aðrar tíðir hoppaði hann upp í mín bil. Kann minnast, at hann dámdi væl at sleppa undan at koyra, tí hann vildi ikki hava, at bilurin hjá sær skuldi dálkast innan.
-Lítið visti eg tá, at eg sat saman við eini komandi heimsstjørnu innan venjarayrkið, sigur Súni brosandi.
“Het witte schaap”: hvíti seyðurin
Súni sigur, at hann varð sera væl móttikin av øllum í felagnum, og hann føldi seg mest sum heima beinanvegin, hóast hann til tíðir longdist eitt sindur heimaftur.
Tá ið tíðini var mest sum einki internetsamband, og fartelefonin var nýggj, og var tað sera kostnaðarmikið at ringja heim. Tí kundi tað onkuntíð tykjast langt heim til Føroyar hjá einum ungum og einsamallum føroyingi úti í stóru verð.
Hann minnist serliga væl eina “episodu”, tá ið hann kom til felagið av fyrstan tíð.
Slaturin hevði gingið í felagnum, at ein nýggjur leikari var á veg inn í hópin, og at navnið var Súni Olsen.
Nokk hevur hollendska dialektin gjørt sítt til, at navnið ikki hevur ljóðað heilt, sum vit kenna til tað á okkara leiðum. Tí varð hildið millum Zwolle-leikararnar, at nýggi leikarin nokk varð úr Afrika ella har um leiðir.
Tí varð tað ein heldur løgin kensla og undran, sum lýsti í eygunum á teimum flestu leikarunum, tá ið ein kritahvítur og næstan líkbleikur føroyingur møtti upp á matriklinum í Zwolle. Tað var ikki júst tað, sum teir høvdu væntað at fáa eyguni á.
Og tað gekk heldur ikki long tíð, áðrenn hansara almenna eyknevnið varð tikið í brúk hjá hópinum; “Het witte schaap”; hvíti seyðurin!
Flutti inn til fosturfamilju at búgva
Fyrsta árið í FC Zwolle gekk væl, hóast tað til tíðar kundi verða strævið, tí nógv nýggj ting skuldu lærast – bæði fótbóltsliga, málsliga og mentanarliga.
Hann búði hjá einari fosturfamilju fyrstu 5-6 mánaðirnar, sum hjálptu honum við øllum teimum praktisku viðurskiftunum, soleiðis at hann skjótast gjørligt bleiv brynjaður til at flyta inn í eina íbúð at búgva.
Meijntjes-familjan tók sær sera væl av honum og bleiv tað eisini skapt eitt vinarband fyri lívið.
Familjan hevði m.a. tveir synir, sum vóru eitt ár yngri og eitt ár eldri enn hann. So tað passaði alt sera væl, og á tann hátt kom hann skjótt betur at kenna bæði býin og mentanina.
Fosturpápin starvaðist eisini í FC Zwolle, har hann hevði ymsar uppgávur at taka sær av. Nakað, sum eisini gjørdi tað enn lættari at fella til. Og fosturmamman gjørdi honum altíð so góðan døgurða, minnist hann. Hon dugdi væl at forkela unga gøtumannin.
-Sambandið okkara millum er har enn tann dag í dag. Eg havi vitjað tey nakrar ferðir, og tey vóru eisini og vitjaðu her í Føroyum, tá eg ta einu summarfrítíðina kláraði at hála tey við mær til klettarnar. Tað angra tey so ikki í dag.
Í Zwolle gekk Súni eisini á málskúla, og tað mátti hann, tí felagið setti sum krav, at hann skuldi koma at læra málið alt fyri eitt.
Hann sat tó bert á skúlabonki í 3-4 mánaðar, so hevði hann lært seg mest sum flótandi hollendskt. Nakað, sum hann hevur havt stóra gleði av síðani.
Marc Oversmars bleiv lumpaður
Súni minnist serliga eina stuttliga søgu viðvíkjandi hansara málsligu eginleikum.
Tað var tá ið A-landsliðið hjá Føroyum leikti venjingardyst í móti Niðurlondum í 2004.
-Eg var júst afturkomin til Føroyar eftir at hava búð í Zwolle í tvey ár, og tað hollendska málið lá mær enn púra frískt á tunguni.
-Til dystin fekk eg til uppgávu at dekka Marc Overmars í seinna hálvleiki, sum tá ofta leikti á høgrakanti hjá Niðurlondum.
Hollendingar brúka serliga tvey orð rættiliga ofta, tá ið teir spæla dyst – voeten (føtur) og diep (djúpt/afturum).
-So hvørja ferð tá Overmars annaðhvørt rópti “voeten” ella “diep”, so visti eg longu frammanundan, hvat hann ætlaði sær. Við hesum kláraði eg tí at umstilla meg 1-2 sekund áðrenn sjálva hendingina, soleiðis at Overmars næstan ongantíð slapp framvið mær ella fekk skapað sær pláss á vøllinum í tí dystinum.
-Annaðhvørt fekk eg trakað fram og sett fótin fyri, tá ið hann bað um at fáa bóltin í føturnar, umframt at eg svikstartaði og byrjaði at renna áðrenn hann, tá ið eg hoyrdi hann rópa orðið “diep”.
-Soleiðis fekk eg mest sum steðgað øllum teimum offensivu støðunum og spælinum, sum Overmars hevði at bjóða mær til tann dystin.
-Eftir dystin fór eg stillisliga yvir til hansara og takkaði honum fyri dystin á hollendskum. Hann hugdi undrandi upp á meg, og segði síðani speiksliga; “tín dummi fani, nú hevur tú oyðilagt mær møguleikan at byrja inni til dystirnar í Euro 2004 í Portugal.”
-Vit fingu tó eitt gott prát saman kortini, har hann m.a. spurdi, hvussu ólukkan tað bar til, at tað lá so væl fyri hjá mær at tosa hollendskt. Eftir at hava greitt honum frá øllum, bleiv lagið betur, og vit býttu troyggjur okkara millum.
-Eg haldi, at troyggjan liggur onkustaðni uppi á loftinum og samlar støv – minnist, at hon var so lítil, at eg rokni við, at hon enntá er ov lítil til synirnar hjá mær, sigur hann við einum smílið.
Arend Martijn Slot
Arend Martijn Slot ella betur kendur sum Arne Slot, var ein sokallaður 10´ari. Hann er føddur 17. septembur 1978 tætt við Zwolle.
-Arne var ein góður álopskendur leikari og avsluttari. Ikki var hann skjótur, men tekniskt sera væl fyri og hevði góðan bóltførleika. Hann hevði eitt gott eyga fyri spælinum og skoraði nógv mál. Hann dugdi eisini sera væl at stýra tí álopskenda spælinum hjá Zwolle, tey árini vit leiktu saman.
-Eg havi ofta samanborið hann og hansara spælistíl við eitt nú tann hjá Paul Gascoigne – og tey, sum kenna Gazza, vita nokk, hvat eg meini við tá.
Sjálvur leikti Súni mest sum 6´ari ella 8´ari. Annaðhvørt sum verjukendur ella álopskendur miðvallari og av og á eisini sum ein 11´ari ella 7´ari, t.v.s., at hann leikti á øðrum vonginum.
-Nógv fólk hava í seinastuni spurt meg, hvussu Arne var sum persónur. Og har kann eg bert siga, at hann longu tá hevði okkurt yvir sær, sum vísti, at hann fór at vera okkurt slag av leiðara ella venjara.
Hann var sera virkin í øllum kjakum, og hoyrdist altíð, har sum hann var. Hann hevði eina viðmerking og meining til mest sum øll ting. Var sera pragmatiskur og vildi altíð finna loysnir. Ein sera positivur og framsíggin maður eftir mínari meining.
-Eg eri ikki Liverpool-fjeppari, men fylgi við gongdini hjá Newcastle United. Men eg skal ikki lúgva meg frá tí, at um Liverpool hevur spælt, og tíðindafundir hava verið, so kann eg gott steðga á og hyggja eina løtu eftir hesum og eygleiða hansara atferð, tí hann líkist nógv sær sjálvum frá tí tíðini, tá ið vit og allur hópurin vóru samlaðir í lítla skiftirúminum á Oosterenk Stadium fyri gott 23 árum síðani.
Súni sigur, at hann í dag ikki hevur nakað samband við Arna Slot, men samskiftur av og á við beiggja hansara, Jakko Slot.
Eisini sigur Súni, at seinast hann var og vitjaði í Zwolle, var til ein heimadyst hjá Zwolle í 2017, og tá heilsaði hann upp á Arna Slot og aðrar fyrrverandi leikarar í Players Lounge. Tá fingu teir allir eitt gott prát saman um gamlar dagar.
Stjólu gullheiðursmerkið
-Tá ið eg flutti heim til Føroyar summarið í 2002, varð tað soleiðis, at eg fekk pápa mín at avheinta nógv av mínum tingum í Zwolle.
Hann koyrdi so frá Hollandi og upp til Danmarkar, meðan eg sjálvur fleyg heim nakað seinni. Men meðan hann yvirnáttaði í Danmark, so hevði onkur um náttina brotið inn í bilin og stolið mest sum alt, sum var í bilinum.
-Mest harmur eri eg um gullheiðursmerkið, sum vit fingu, tá ið vit vunnu næst bestu deildina tað árið.
-Eisini vóru hópin av myndum og filmum stolnir, sum eg hevði tikið í Hollandi og á venjingarlegum í Spania, umframt aðrir persónligir lutir og nakað av innbúgvi v.m.

Vendi nøsina heimaftur
Meðan Arne Slot varð seldur til NAC Breda í bestu hollendsku deildini summarið 2002, varð um somu tíð nøsin hjá 21 ára gamla syðrugøtumanninum vend heim aftur á klettarnar eftir tvey ár í útlegd.
-Síðsta árið vunnu vit deildina og fluttu upp í Eredivise. Harmuligt, at man ikki var við til at royna tað, men soleiðis vil lagnan tað viðhvørt, og eg brúki heldur tíðina at hugsa um alt tað góða, sum eg lærdi og upplivdi, ístaðinfyri at brúka tíðina at hugsa um nakað, sum ongantíð hendi, staðfestur Súni.
Arne fór víðari og valdi venjarayrkið, har hann m.a. stóð á odda fyri AZ Alkmaar og Feyennoord, áðrenn tað vóru boð eftir honum úr Liverpool síðsta summar.
Í dag starvast Súni sum fólkaskúlalærari í Skúlanum í Eysturkommunu, har hann er flokslærari hjá 4. flokki.
Hóast ein iðran kann hómast í tónalagnum, so sigur hann avgjørdur, at tíðin í Hollandi og Zwolle var fantastisk og vildi hann ikki verið hana fyri uttan.
-Tað vóru tvey góð og lærurík ár, bæði persónliga og fótbóltsliga, sigur hann.
-Mær dámar serliga væl tí hollendsku mentanina – blíð, festlig og hjálpsom fólk, sum eru spontan og lata kenslurnar ráða, so um eg skuldi flutt onkustaðni uttanlanda at búð aftur, so hevði eg ikki ivast í at flutt til Holland, sigur Súni at enda.