Norðurlandahúsið
Atgongumerkini til skemt við Ari Eldjárn í Norðurlandahúsinum, leygardagin, 13. september, kl. 20 eru útseld. Orsakað av hesi sera góðu undirtøkuni lýsir Norðurlandahúsið nú við eykasýning leygardagin kl. 17.
Ari Eldjárn – mætasti stand-up skemtari Íslands – kemur til Føroya við nýggja skemtinum From Iceland With Love. Her verður borðreitt við nógvari orku, fínum eftirlíkningum og sjarmerandi sjálvspeii, tá Ari Eldjárn sera beinrakið og fittliga lýsir lívið í Norðurlondum, mentanarligar samanbrestir, sjálvsmyndir og vanligar ímyndir, vit hava av hvørjum øðrum.
Við Netflix-sendingini Pardon My Icelandic og luttøku í m.a. BBC’s Mock the Weekhevur Ari Eldjárn veruliga gjørt um seg á altjóða pallinum og er vorðin ein av allar mætastu skemtarum í Norðurlondum, og ein skemtari, ið savnar áhoyrarar tvørtur um landamørk.
Atgongumerki kunnu keypast á nlh.fo