Tíðindaskriv/Kaj Andreasen & Co
Í vikuni hevur Kaj Andreasen & Co skipað fyri skeiði innan spreingitøkni í Føroyum í samstarvi við Nitro Consult, BEF, Arbeiðseftirlitið og Jarðfeingi.
Skeiðið varð hildið í Tórshavn og hevði til endamáls at styrkja trygd og fakliga støði innan spreingiarbeiði. Skeiðið fevndi um bæði teori og praktiskar venjingar innan trygga planlegging og gjøgnumføring av spreingingum.
Í alt 12 luttakarar luttóku í skeiðinum saman við 3 undirvísarum, herundir John og Mathias frá Nitro Consult, 2 umboðum frá Arbeiðseftirlitinum, Óla og Símun, og 1 umboði frá Jarðfeingi, Bartal.
Allir luttakarar hava staðið próvtøkuna og fingið teoretiska grundútbúgving innan spreingitøkni, sum tekur eina viku at gjøgnumføra.
Slík skeið eru ein týdningarmikil liður í arbeiðinum at tryggja høgt fakligt støði og trygd í vinnuni í Føroyum.
Kaj Andreasen & Co arbeiðir miðvíst fyri at styrkja trygd og fakliga førleikar innan spreingiarbeiði, og ætlanin er at skipa fleiri faklig skeið í Føroyum í framtíðini.
Á myndini síggjast luttakararnir, sum hava lokið skeiðið og fingið prógv.
