Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
11.09.2025 17:09

Skattatrýstið skal ikki hækka

Lesarabræv

Skattatrýstið í Føroyum er hækkað av sær sjálvum, tí skattastigin ikki er tillagaður lønarvøkstrinum. Soleiðis rinda fólk meira í skatt – ikki tí tey hava fingið meira at liva fyri, men tí lønirnar yvirhøvur eru hækkaðar. Fólkaflokkurin vil steðga hesi ójavnu gongdini og leggur tí uppskot fram í dag. 

Føroyski búskapurin hevur havt stóran vøkstur seinastu árini. Tað hevur merkt bæði hægri lønir, men eisini hægri prísir. Serliga er tað prísvøksturin tvey tey seinastu árini, sum hevur gjørt fíggjarstøðuna hjá mongum ringa.

Lønirnar á arbeiðsmarknaðinum eru eisini hækkaðar. Tað er í sjálvum sær gott fyri løntakaran. Men tá skattastigin ikki verður tillagaður samsvarandi við lønarhækkanini, merkir tað í roynd og veru, at skattatrýstið veksur. 

Fleiri og fleiri rinda hægri skatt, tí teir verða fluttir upp á eitt hægri stig í skattaskipanini – ikki tí teir hava fingið nógv meiri at liva fyri, men tí lønirnar yvirhøvur eru hækkaðar.

Landsskattastigin hevur verið tann sami síðan 2016. Tað merkir, at hvørt ár, sum lønirnar eru hækkaðar, er ein størri partur av lønini vorðin skattaður eftir hægri stig. Altso, skatturin hækkar, hóast ongin beinleiðis politisk avgerð er tikin um tað.

Fólkaflokkurin vil steðga hesum. Tí hava vit lagt fram eitt uppskot um at broyta skipanina. Uppskotið hevur tveir høvuðstættir:

Einfaldari og rættvísari: Skatturin verður lagaður eftir lønarvøkstrinum, soleiðis at skattatrýstið ikki veksur av sær sjálvum.

Størri trygd: Fólk skulu í góðarið tíð vita, hvussu skatturin verður komandi árið, sum somuleiðis ger skattastigan meira einfaldan. 

Henda skipan fer at byrgja fyri, at skattatrýstið fer at vaksa av sær sjálvum, eins og undanfarnu árini, har politiska skipanin hevur latið standa til heldur enn at tillaga skattastigan samsvarandi lønarvøkstrinum.

Fólkaflokkurin