Tíðindaskriv
Vónandi fer alt á flog enn einaferð í kvøld, eins og føroyska barrin í Keypmannahavn Skarv vísir beinleiðis tann avgerandi dystin úr Noreg millum Molde og KÍ kl. 19 danska tíð við fyrimuni til KÍ á (2-1) undan dystin.
“Hettar er sera stuttligt at samla føroyingar til slíkt tiltak. Um Skarvurin fer aftur á flog framyvir, vil bara tíðin vísa, men í kvøld flýgur hann. Nú er bara at royna at njóta kvøldið uttan at strssa í dag“, sigur promotarin Edmund S. Jacobsen við Eysturoyarportalin. Eigari á Skarv er Siri Thorsteinsson, sum tekur ímóti útisetum og gestum ókeypis á Pilestræde 43 og bjóðar Einars durasnaps kl. 18, tá dyrnar lata upp.