Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
02.09.2023 15:15

Skála verður aftur at síggja í Betri deildini

Betrideildar fótbóltur verður aftur at síggja undir Mýruhjalla

Mennirnir hjá Skála hava longu tryggjað sær uppflyting til bestu deildina. Tað gjørdu teir í gjár, tá ið teir vunnu 4-1 undir Mýruhjalla móti teimum næstbestu hjá B36.

Tað hevur gingið sum eftir ánni í ár hjá skálamonnum. Eftir 21 umfør hava teir vunnið 17 dystir, spælt ein javnleik og tapt 3 dystir. Og enn eru heili 6 umfør eftir at leika.

Stóri leikarin í gjár hjá Skála var álopsleikarin Carlos Ferreira, sum skeyt øll fýra málini hjá heimaliðnum.