Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
02.12.2022 10:42

Skal man rinda fyri at verða sjúkur? (Løgtingsval 2022)

Mynd: Aksel Kambsskarð Berg

Lesarabræv

Vit reypa okkum ofta av, at vit hava eitt heilsuverk, ið er fíggjað av skattagjaldarunum. Tó má man minnast á, at tað eru ógvuliga nógv brúkaragjøld á heilsuvøruu og tænastuu, ið leggja ein keðiligan fíggjarligan byr á sjúkum borgarum. Eg upplivi ofta í mínum læknastarvi, at sjúklingar eru afturhaldandi við at fara til fysioterapi, sálarfrøðing ella fáa resept uppá dýran heiligvág, hóast tað er teimum tilmælt læknaliga. Tað er tørvur á, at vit endurskoða okkara heilsuskipan og gera upp við tey óneyðugu brúkaragjøldini, ið finnast.

Heiligvágur

Heiligvágur er ofta dýrur og kann tí verða ein keðilig útreiðsla fyri nógvum borgarum – serliga barnafamiljur og borgarir við kroniskum sjúkum. Man kann enda við at rinda 2.200 kr fyri heiligvág, áðrenn Heilsutrygd traðkar inn við fult tilskot. Men tá er tað eisini nógv sløg av heiligvág, ið ikki verða dekkaði av hesum tilskotinum.

Mítt uppskot er heilt konkret, at allur heiligvágur, ið er ordineraður av lækna, eigur at verða dekkaður av fullum tilskoti, soleiðis at borgarin ikki hevur nakað egingjald. Landskassin eigur ikki at hava tørv á at skula taka pening frá sjúkum borgarum

Tannlæknahjálp

Tað er fullkomiliga ólogiskt, at okkara samfelag er innrættað soleiðis, at ein fær ókeypis læknahjálp tá man hevur kropsligan skaða ella sjúku, men man skal rindað túsindavís fyri grundleggjandi tannlæknahjálp og viðgerð.

Tað finnast longu ein skipan har barnatannrøkt er ókeypis, og Heilsutrygd dekkar eisini ein part av tannlæknarokningunum. Tað er lætt og neyðugt at fremja tað, at allar tannlæknaviðgerðir – undantikið tær kosmetisku – skula verða fíggjaðar av landskassanum.

Sálarfrøðing

Sálarligir trupulleikar skula eisini javnsetast við kropsligum trupulleikin. Royndarverkætlanin fyri at veita ungum millum 15-35 ár við angist ella tunglyndi ókeypis sálarfrøðihjálp hevur verður væleydnað, og hevur givið nógvum ungum eina atgongd til sálarliga hjálp, ið tey ikki høvdu frammanundan. Hendan skipanin eigur tó ikki at gera aldursmismun, og tí má tann avmarkingin takast burtur, soleiðis at allir borgarir við relavantum sálarligum trupulleikum fáa atgongd til sálarfrøðiliga hjálp.

Fysioterapi

Fysioterapi gerst ein alsamt størri partur av heildarviðgerðini av ymiskum sjúkum. Tað er ikki rætt, at sjúklingar við akuttum og kroniskum trupulleikum í rørslulagnum skula rinda stóran part av fysioterapeutiska hjálp sjálvi. Heilsutrygd dekkar longu ein part av rokningini, um ein lækni hevur ávíst til viðgerð – mítt uppskot er, at allur kostnaðurin verður dekkaður.

Aksel Kambsskarð Berg

Valevni

Miðflokkurin