Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
28.10.2025 12:58

Skal loysingin vera loynilig? 

Lesarabræv

Í lesarabrævi skýrir Annika Olsen meg fyri at slatra fyri fólkatinginum um loyniligu loysingarætlanirnar hjá fimm flokkum í Føroyum. Vit nýta vanliga orðið “slatra” um tað, tá mann sigur okkurt víðari, sum ikki skal sigast – og tað er í grundini tað áhugaverda við loysingarætlanini hjá hesum fimm flokkunum. Hon skal tigast burtur og haldast loynilig – bæði fyri Føroya fólki og nú opinbart eisini Fólkatinginum. 

Vit vita enn einki ítøkiligt um hesa sokallaðu tjóðarsemju. Vit vita ikki, hvør ætlanin er. Tað einasta vit vita er, at tað er staðfest, at tað verður uttanfyri ríkisgrundlógina. Skulu fimm flokkar veruliga sita handan læstar dyr og avgerða, hvussu Føroya framtíð skal síggja út? 

Tað er rætt, at eg nýtti høvið í fólkatinginum at kunna um, hvat hendir í Føroyum. Tað haldi eg ikki vera annað enn rímiligt, tí vit eru í einum Ríkisfelagsskapi.  

Eg eri vald av føroyingum at umboða Føroyar í fólkatinginum. Tað merkir, at eg havi eina ábyrgd, og hesa ábyrgd taki eg í størsta álvara. Tað er mín skylda, ja, tað er skyldan hjá øllum politikarum, at tryggja, at avgerðir verða tiknar í opinleika, og at fólkið verður kunnað. Tí gera vit ikki tað, so seta vit fólkaræðið til viks.  

Tað er mín skylda, bæði fyri mínum veljarum og mínum flokki at gera vart við eitt arbeiði, sum fer at kollvelta grundarsteinin fyri Ríkisfelagsskapin.  

Um tað er ov kontroversielt at siga, at fimm flokkar í Føroyum arbeiða við at loysa frá Danmark, so er tað kanska tí, at mann ikki torir at standa við ta loyniliga arbeiði, sum mann er í gongd við.  

Um hesir fimm flokkar vóru so tryggir í síni søk, so hevði eg væntað, at teir stoltir vístu hana fram – bæði fyri almenninginum í Føroyum og í Danmark.  

Um mann kann standa við hesa ætlanina, sum eingin kennir innihaldið í, hvat er mann so bangin fyri, at danir fáa at vita? 

Tað er eingin loyna, at Sambandsflokkurin og eg, vilja hava eitt sterkt og virðiligt samstarv við Danmark – eitt gott samstarv kann í mínari verð aldrin byggja uppá at arbeiða í loyndum. 

Álvara, Annika? 

Annika Olsen leggur meg og Sambandsflokkin undir, at “ikki vilja vera tikin í álvara av dønum, soleiðis at vit kunnu verða fasthildin í einum óbúnum og óvirðiligum sambandi við Danmark.” 

Tvørturímóti arbeiða vit hvønn dag fyri at taka støðuna í álvara og styrkja tann felagsskap, vit eru partur av. Hetta gera vit púra opið og erliga. 

Vit arbeiða fyri, at Føroyar verða tiknar í álvara, bæði í Danmark og í altjóða høpi. Men álvara fæst ikki við at arbeiða í loyndum og fjala álvarsamar ætlanir fyri samstarvspartinum. Danir taka ikki eitt óseriøst uppskot í álvara. Tú kanst ikki krevja virðing og javnstøðu í einum felagsskapi, samstundis sum at tú í loyndum smoyggir tær út gjøgnum bakdyrnar. 

Anna Falkenberg, 

fólkatingskvinna fyri Sambandsflokkin