Mynd: Lyngby-boldklub.dk
Tað hevur verið lítið at hoyrt til ein av okkara evnaríku fótbóltsútisetum Petur Knudsen, sum er sáttmálabundin við Superliga felagið Lyngby Boldklub.
Í viðmerking til Eysturoyarportalin, sigur Petur Knudsen, at ta hevur gingið seinni við skaðanum og endurvenjingini enn vænta. Upprunaliga var ætlanin, at hann skuldi verða klárur aftaná landsliðssteðgin, sum nýliga hevur verið. Men tíðanverri helt tann ætlanin ikki.
Um skaðin ikki verður betur eftir endurvenjing í 1-2 vikur afturat, so er ætlanin, at skurðviðgera hina lyskusíðuna eisini. Um so verður, so skulu 4-6 vikur av endurvenjing til afturat, áðrenn at hann er klárur at koma aftur á vøllin.
Deil á Facebook