Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
21.10.2025 14:45

Skaðar á tveimum loftlinjum elvdu til streymslit

Mynd: SEV

Tað vóru skaðar á tveimum 60 kV loftlinjum ávikavist Vestmanna – Skálabotnur og Vestmanna – Sund, sum vóru orsøk til umfatandi streymslitini hósdag fyrrapart, ið høvdu við sær, at Norðoyggjar, partar av Eysturoynni, Norðstreymoy og Vágum lógu í streymloysi. 

Soleiðis sigur SEV á heimasíðu síni, eftir at streymurin fór í síðstu viku.

Ein linja millum Vestmanna og Skálabotn var slitnað, og harafturat var feilur á linjuni millum Vestmanna og Sund. Tað er ilt at siga, hvørjar orsøkirnar til skaðarnar vóru.

Okkara fólk fóru í fjøllini fyri at umvæla skaðarnar, og arbeiðið uppi yvir Hósvík bleiv liðugt seint hóskvøldið, sigur SEV at enda.

Mynd: SEV

Spjaldur