P/F Varðin upplýsir í dag, at skrokkurin á Sjúrði Tollakssyni, sum er liðugtgjørdur á Stozcnia Wisla skipasmiðjuni í Gdansk í Póllandi, verður nú sleipaður til Skagen, har hann verður væntandi mikudagin.
Á Karstensens Skipsværft skipasmiðjuni verður so skipið monterað og liðugtgjørt, og verður væntandi leverað til P/F Varðan seint á vári 2026.
