Tíðindaskriv/ Javnaðarflokkurin á Fólkatingi
Føroyar arbeiða miðvíst fyri størri sjálvsavgerðarrætti, men loysing frá Danmark er ikki málið. Tað ger Sjúrður Skaale greitt í samrøðu við danska miðilin Ræson hesa vikuna.
Føroyski fólkatingslimurin slær fast, at avgerandi er at tryggja føroyska trygd, styrkja samstarvið við umheimin og fáa fleiri uttanríkispolitiskar heimildir – ikki at fara burtur frá ríkisfelagsskapinum.
Tvørturímóti skal samstarvið við Danmark varðveitast, men í dagførdari útgávu, sum betri speglar veruligu politisku og løgfrøðiligu støðuna. Hann tosar tí fyri einum “Ríkisfelagsskapi 2.0”, grundað á ein sáttmála heldur enn karmarnar í donskum statsrætti, sum í dag avmarkar føroyska uttanríkispolitiska rásarúmið.
Sjúrður Skaale vísir á eitt ítøkiligt dømi: Ynskið um limaskap í WTO í egnum navni. Hóast WTO loyvir einum møguligum føroyskum limaskapi, verður hetta forðað av danska løgmálaráðnum. Og um grein-6 nevndin gerst samd um at loyva føroyskum WTO-limaskapi, vera dyrnar framvegis stongdar hjá flestu viðkomandi altjóða felagsskapum. Í flestu førum er krav at vera sjálvstøðugt land fyri at gerast limur. Tí er neyðugt at broyta karmarnar fyri at røkka neyðugum sjálvræði á altjóða pallinum.
Fólkatingsmaðurin sigur tað vera villleiðandi at nýta hugtakið “loysing” um hesa ætlanina. Bæði søguliga, mentanarliga, politiskt, fíggjarliga – og ikki minst familjuliga – eru Danmark og Føroyar so samantvinnað, sum tvey lond næstan kunnu vera. Loysing er ikki ein møguleiki. Tað ber heilt einfalt ikki til, sigur hann.
– Tað er ein ræðumynd, tá ið sagt verður, at tað merkir loysing, um vit broyta teir formellu karmarnar fyri ríkisfelagsskapin. Tað boðar frá einum ómetaliga fátæksligum og avmarkaðum sjónarmiði á ta verandi sambandið – tí tá heldur man, at tað einans byggir á eina grein í eini grundlóg frá 1953. Tað hevði verið eitt fullkomiliga blóð- og sálarleyst samband, um tað var so, sigur Sjúrður Skaale.
– Eg kann vissa øll um, at sambandið millum Danmark og Føroyar fer ongan veg, bara tí vit dagføra teir løgfrøðiligu karmarnar.
– Føroyska málið snýr seg um at menna verandi samstarv, ikki at enda tað. Hetta er ikki ein uppgerð við Danmark, men eitt ynski um at nútímansgera karmarnar, soleiðis at Føroyar kunnu virka sum tann veruligi aktørurin, vit longu uppliva okkum sum, sigur fólkatingsumboðið hjá Javnaðarflokkinum.
At fremja hetta í eini tíð uttan kreppu ella konflikt millum londini heldur hann vera strategiskt skilagott.
– Nú ber til at skapa framburð í friði og skipaðum kørmum. Soleiðis verða Føroyar betur brynjaðar til framtíðar altjóða avbjóðingar, serliga sum ein lítil útflutningsbúskapur, ið hevur tørv á atgongd til størri marknaðir, sigur hann og vísir á, at niðurstøðan er greið:
– Føroyar vilja hava størri uttanríkispolitiskar heimildir – men innan fyri karmarnar av einum tøttum, nútímans og sáttmálagrundaðum felagsskapi við Danmark. Vit ynskja loysnir, ikki loysing, sigur Sjúrður Skaale.
Fulla greinin hjá Ræson kann lesast her.