Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
04.11.2025 20:57

Sjúrður Jacobsen nýggjur hjálparvenjari hjá Víkingi

Mynd: Víkingur

Víkingur boðar í frá í kvøld:

Víkingur og Sjúrður Jacobsen hava gjørt avtalu, sum inniber at Sjúrður verður hjálparvenjari hjá Jóhan Peturi hjá Betri liðnum við monnum.

Sjúrður, sum er glyvramaður, men búsitandi í Klaksvík, hevur drúgvar royndir sum leikari og venjari. Hann hevur leikt yvir 300 dystir í Betri deildini fyri NSÍ, ÍF og EB/Streym, og so hevur hann verið hjálparvenjari hjá besta liðnum hjá EB/Streymi, Skála og fleiri ár í KÍ, undir Mikkjal Thomassen og Magna Hoseth. Seinasta árið hevur Sjúrður verið høvuðsvenjari hjá næstbesta liðnum hjá sundalagsmonnum.