Grindamannafelagið
Í samband við útbygging av sjóvarfallorku í Føroyum, hevur Grindamannafelagið sent hetta skriv til avvarandi myndugleikar.
Skriv:
Viðvíkjandi útbygging av sjóvarfallorku í Føroyum
Fjølmiðlarnir bera í hesum døgum tíðindi, at norska fyritøkan Minesto hevur stórar ætlanir, at útbyggja sjóvarfalsorku í føroysku firðinum, við at seta fleiri sjódrekar á havbotnin, sum gera sjóvarfall um til orku.
Grindamannafelagið fegnast um, at Føroyar koma nærri málinum um 100% burðardyggari el-orku við sjóvarfalsorku, men skal samstundis vísa á, at ofta verða grindir funnar í fleiri av firðinum, sum verða nevndir í ætlanunum.
Okkum vitandi, eru slíkar verkætlanir ikki gjørdar fyrr, og tískil er ilt at meta um drekarnar fara at órógva grindina, men vit stúra fyri, at tá sjóvarfalsdrekarnir eru í rakstri, fara teir at styggja grindir burtur frá firðinum.
Eisini kann hugsast, at í samband við møguligan rakstur av grind, kunnu drekarnir órógva.
Við hesum skrivi ynskja vit, at verða sjálvsagdur hoyringspartur, og fáa leypandi kunning um hvørja ávirkan nevnda verkætlan, kann hugsast at fáa á okkara aldar gomlu siðvenju at veiða smáhval.
Við vón um vælvild.