Sjóvar Kommuna
Vit kunnu nú endiliga kunngera skránna fyri Kom-Út-Vikuna 2024. Hetta er ein vika við tiltøkum til øll, frá tí yngsta til tann elsta.
Vit byrja longu mánadagin 20. mai og halda fram til týsdagin 28. mai.
Vit vóna, at tit taka væl undir við tiltøkunum og seta dagarnar av til hesa viku. Øll tiltøkini á Kom-Út-Vikuni” eru ókeypis.
Meira kunning um tey ymsu tiltøkini sæst so líðandi á heimasíðu okkara.
Nøkur tiltøk á Kom-Út-Vikuni eru tengd at rímiligum verðurlíkindum. Um veðrið ikki er til vildar, verða tiltøkini flutt/avlýst – kunnað verður um hetta á heimasíðu kommununar.
Mánadagur 20. mai
Kl. 15:00 – Krabbaveiða á Kumlum
Hvar? Kumlar – á eystursíðuni úti í Raktanga
Havið glúp og spann við
Týsdagur 21. mai
Kl. 09:30-10:00 – Kom og ver saman við skúlabørnum í einum fríkorteri
Hvar? Stranda skúli, Skúlavegur 7, 490 Strendur
Kl. 15:00-20:00 – Atelierið hjá Finleif Mortensen er opið
Hvar? Undir Torvbrekku 12B, 490 Strendur
Kl. 17:00 – Søguløta á Stranda bókasavni
Hvar? Bókasavnið, Stranda skúli, Skúlavegur 7, 490 Strendur
Kl. 18:00 – Konsert í Stranda Musikkskúla
Hvar? Borgin í Stranda skúla, Skúlavegur 7, 490 Strendur
Mikudagur 22. mai
Kl. 10:45-12:00 – Venjing fyri pensionistar (67+)
Hvar? Vøllurin við bygdahúsið á Strondum
Fysioterapeutar hjá Roðanum hava venjingina.
Øll eru vælkomin – eisini tey, sum ikki plaga at venja í høllini á Skála.
Aftaná verður okkurt leskandi at fáa.
Kl. 16:00-21:00 – Ókeypis almenn svimjing (um verkfallið er avblást)
Hvar? Svimjihylurin í Stranda skúla, Skúlavegur 7, 490 Strendur
- Kl. 16-17: Almenn svimjing fyri familjum við pinkubørnum
- Kl. 17-20: Almenn svimjing fyri øll
- Kl. 20-21: Almenn svimjing fyri vaksin
Kl. 18:00 – Skála ítróttarfelag skipar fyri brotssparkskapping
Hvar? Vøllurin við bygdahúsið á Strondum
Býtt verður í aldursbólkar, og vinnarar fáa steyp.
Kl. 20:00 – Fótbóltur fyri menn
Hvar? Vøllurin við bygdahúsið á Strondum
Allir menn, royndir sum óroyndir, eru vælkomnir til fótbóltsspæl – býtt verður í lið, sum dystast móti hvør øðrum.
Aldursmark: 18 ár og eldri
Aftaná fótbóltin verður hugni í bygdahúsinum við quiz
Hósdagur 23. mai
Kl. 10:30-11:30 – Kom og syng saman við byrjunardeildini í Stranda skúla
Hvar? Stranda skúli, Skúlavegur 7, 490 Strendur
Kl. 11:30-13:30 – Bindicafé við miðdeildini í Stranda skúla
Hvar? Stranda skúli, Skúlavegur 7, 490 Strendur
Kl. 18:00 – Grilling við Lítlafløtt
Hvar? Við barnagarðin Lítlafløtt, Fløtuvegur 82, 490 Strendur
Hvør hevur sítt við, sum tey ætla at grilla.
Hoppiborgir til børnini verða blástar upp á vøllinum
Kl. 20:00 – Lívfrøðiliga samansetingin í einum dropa av havvatni minnir um blóðið í mínum æðrum
Hvar? Bygdahúsið á Strondum, Fløtuvegur 90, 490 Strendur
Kim Simonsen er í uppskoti til bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins fyri yrkingasavnið “Lívfrøðiliga samansetingin í einum dropa av havvatni minnir um blóðið í mínum æðrum”
Á tiltakinum kemur Ivan Niclasen at hava samrøðu við Kim um lív hansara, bæði sum listamann og sum bygdamannin Kim, sum sleit sínar barnaskógvar á Strondum.
Heðin Ziska Davidsen kemur eisini at spæla undir til yrkingaupplestur frá Kim úr áðurnevnda yrkingasavni.
Aftaná eru øll boðin til drekkamunn
Fríggjadagur 24. mai
Kl 10:30-11:30 – Søguløta í bókasavninum
Hvar? Bókasavnið, Stranda skúli, Skúlavegur 7, 490 Strendur
Kl. 17:00-24:00 – Summarkvøld í Stranda Missiónshúsi
Hvar? Missiónshúsið á Strondum, Strandatún 5, 490 Strendur
Stórt barnatiltak, áhugaverdar frásagnir, góður felagssangur og nógvar sangframførslur. Eitt hugnaligt kvøld fyri øll – børn, ung og eldri.
Leygardagur 25. mai
Kl. 09:00-12:00 – Ókeypis almenn svimjing (um verkfallið er avblást)
Hvar? Svimjihylurin í Stranda skúla, Skúlavegur 7, 490 Strendur
- Kl. 09-10: Almenn svimjing fyri vaksin
- Kl. 10-12: Almenn svimjing fyri øll
Kl. 10:00 – Dyppa og svim við Sjógv
Hvar? Við bátahylin við Sjógv
ØLL ERU VÆLKOMIN – bæði roynd og óroynd.
Børnini eru sjálvandi vælkomin við; tey kunnu vera í vátdrakt. Best er, um onkur vaksin er við børnunum.
Vit dyppa við bátahylin við Sjógv. Har er ein fínur dyppi-stigi, so lætt er at fara útí og koma upp aftur.
Vit skifta í stóra almenna skiftirúminum (undir opnum himli).
Aftaná dyppingina bjóða vit kaffi, te og okkurt søtt. Børnini fáa saft. (Havið egnan kopp við).
Tey, sum ikki hava verið og dyppað fyrr, ivast kanska í, hvat havast skal við, so her eru nøkur ráð:
- Svimjidrakt/svimjibuksur
- Lastikk til hárið
- Húgvu
- Stórt handklæði
- Hanskar og skógvar til vátdrakt, um tit eiga tað
- Okkurt at standa á, t.d. eitt lítið handklæði
- Stóra fløsku við flógvum/heitum vatni
- Hálvhosur og kanska eina heita troyggju at fara í aftaná
Tað er bara at leypa úti tað – hetta verður heilt víst stuttligt.
Kl. 12:00-14:00 – Planta eitt træ
Hvar? Við fornminnasavnið í Heygsstøð 4, 490 Strendur
Sjóvar kommuna deilir út plantupakkar við fornminnasavnið í Heygsstøð. Hvørt húski í Sjóvar kommununi fær eina plantu.
Kl. 15:00 – Barnaleikur um Bukkarnar Brúsa
Hvar? Í Strandatúni við garaguna hjá Georg
Stranda sjónleikarafelag skipar fyri útibarnaleiki, við útgangsstøði í kenda ævintýrinum um bukkarnar Brúsa. Men alt er ikki sum tað eigur at verða, tí aðrir kendir ævintýraleikpartar hava sníkt seg inn í søguna. Forvitin? – kom og hygg!
Kl. 20:00 – Kvinnukvøld
Hvar? Bygdahúsið á Strondum, Fløtuvegur 90, 490 Strendur
Leygarkvøldið 25. mai verður skipað fyri stórum kvinnukvøldi í bygdahúsinum á Strondum.
Á skránni verður:
- Fyrilestur við Sølvá Jansdóttir Joensen um evnið ”Ger tað láturliga lætt” – Tað skal verða lætt at liva heilsugott, og kynstri er at gera tað láturliga lætt.
- Sofaprát um evnið ”Kvinnur og ávirkan.” Luttakarar til sofaprátið verða: Rósa Tyril, Lisa Frederiksberg og Aslaug Christina Gisladóttir. Annita á Fríðriksmørk leiðir sofaprátið.
- Sunt og leskiligt ábit
- Ungu damurnar úr SWAY koma at syngja
Viðvíkjandi ábiti er neyðugt tilmelding til tiltakið. Send sms við navni til tlf.nr. 232725.
Sunnudagur 26. mai
Kl. 11:00 – Sunnudagsskúlin útferð til Eiðis
Sunnudagsskúlin fer at vitja sunnudagsskúlan á Eiði. Byrjað verður við familjugudstænastu í Eiðis kirkju kl 11:00. Bilar fara frá Missiónshúsinum kl 10.15. Havið matpakka við.
Mánadagur 27. mai
Kl. 19:00 – Staðarnøvn í Sjóvar kommunu
Hvar? Bygdahúsið á Strondum, Fløtuvegur 90, 490 Strendur
Í eina tíð hevur verið arbeitt við at talgilda staðarnøvn í Sjóvar kommunu. Nú bjóðar kommunan til kunnandi fund um hesa verkætlan. Harumframt er ynskiligt – í felag við teimum møttu – at leggja ætlanir fyri, hvussu arbeiðið kann skipast víðari.
Øll áhugaði eru hjartaliga vælkomin
Týsdagur 28. mai
Kl. 20:00 – Konsert við Døgg Nónsgjógv í Sjóvar kirkju
Hvar? Sjóvar kirkja, Kirkjuvegur 5, 490 Strendur
Aftaná eru øll boðin í kirkjuhúsið til ein drekkamunn
Deil á Facebook