Mynd: Sjóvar Kommuna
Jón Rasmussen er settur í starv sum húsavørður hjá kommununi.
Jón, sum er handverkari, hevur verið í starvi hjá kommununi síðani 2013, og nú fyrrverandi húsavørðurin er farin frá fyri aldur, er Jón settur í hetta starv.
Høvuðsuppgávurnar hjá húsavørðinum eru at hava eftirlit við- og viðlíkahalda skúlan, heilsumiðstøðina og kommunuskrivstovuna. Hann hevur ábyrgd av svimjihylinum og varðar av reingerðarfólkunum. Eisini hevur hann ábyrgd av, at flaggað verður til allar almennar flaggdagar, merkisdagar og jarðarferðir.
Deil á Facebook