Sjóvar Kommuna
Nú skúlin byrjar aftur eftir lokna summarfrítíð, verður aftur møguligt hjá børnum og vaksnum at svimja til almenna svimjing miku- og leygardagar. Almenna svimjingin byrjar aftur í dag, mikudagin 14. august.
Upplatingartíðirnar fyri almenna svimjing broytast tó nakað í vetur, tí frá nú av verður ikki møguligt at svimja mánadagar. Avgerð er tikin um at steðga við almennari svimjing mánadagar, grunda á sera lítla undirtøku fyri svimjing mánadagar seinnu árini.
Upplatingartíðir fyri almenna svimjing í vetur:
Mikudag
kl. 16.00 – 17.00: Familjur við pinkubørnum
kl. 17.00 – 20.00: Almenn svimjing fyri øll
kl. 20.00 – 21.00: Vaksin
Leygarmorgun
kl. 09.00 – 10.00: Vaksin
kl. 10.00 – 12.00: Almenn svimjing fyri øll
Meir kunning um almenna svimjing kann lesast her.
Deil á Facebook