Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
27.11.2025 14:05

Sjónleikur í Losjuni – frumframførsla komandi mikukvøld

Leikararnir og leikstjórin eru klár til skemtileikin Meldur í Luftuni (Mynd: Eysturoyarportalurin)

Sama dag sum jólatræið í Gøtu verður tendrað, tendrast eisini ljósini á pallinum í Losjuni við Gøtugjógv. Tí seinastu 8 vikurnar, hava limirnir í sjónleikadeildini vant skemtileikin Meldur í Luftini, sum verður frumframførdur mikudagin tann 3. desember.

Eysturoyarportalurin var við í gjárskvøldið, tá ið tey vandu.

Meldur í Luftini

Skemtileikurin Meldur í Luftini snýr seg um høvuðspersónin Bárður, sum hevur tríggjar trúlovaðar, sum allar eru flogternur. Fyri at halda skil á øllum, hevur hann eina væl planlagda tíðarætlan – til alt brádliga brestur og allar koma heim til hansara samstundis!

Misskiljingar, kaos og látur í stórum stíli.

Nýggj nevnd

Sjónleikadeildin í Losjuni í Gøtu ríður á einum aldukambi í hesum døgum. Nýggj nevnd varð vald á seinasta aðalfundi. Ætlanin var, at hetta skuldi vera ein nevnd, sum bert skuldi taka sær av øllum rundan um ein sjónleik, soleiðis at tey, sum spældu sjónleik kundu hugsavna seg um at spæla leik.

Men tá ið nevndin fór at tosa um at seta nýggjan leik á pall, endaði tað tó við, at allir nevndarlimirnir ynsktu at sleppa at spæla við, og at ein av nevndarlimunum, Noomi Reinert, skuldi leikstjórna leikinum.

Sostatt er hetta eitt satt nevndararbeiðið, sum fer at tuska út og inn gjøgnum hurðarnar í stuttliga leikinum Meldur í Luftini.

Nevndin hevur ætlanir um onnur tiltøk enn bert sjónleik, men tað verður, tá tíðin er tann rætta til tess, siga tey.

Dramaskúli

Í løtuni arbeiðir felagið í tveimum sporum. Omanfyrinevnda sjónleikin, og dramaskúlan.

Felagið hevur samstarvað við kvøldskúlan um dramaskúla í meira enn 10 ár. Harvið hava sera nógv børn og ung lært at spæla sjónleik í Losjuni.

Í ár varð áhugin so stórur, at tað var fult teknað mest sum beinanvegin. Børnini ganga til drama í 2 tímar um vikuna, frá oktober til apríl. Tað er Noomi Reinert, sum undirvísir í drama. 

Lokalar hendur

Tá Losjan Glotti spílar seg út við einum leiki, er tað við góðari hjálp á øllum herðashørnum. Fólk úr allari kommununi traðka til við at seyma búnar, byggja pall, seta ljós upp og annað ymiskt ið krevst, soleiðis at leikurin kann gerast veruleiki.

Sostatt kann sigast, at felagið fevnir um meir enn bert tað, sum rúmast innan í lítla reyða húsinum við landsvegin í Gøtugjógv.

Myndir: Eysturoyarportalurin