Á midnátt fekk MRCC boð um, at ein maður umborð á einum partrolara, hevði fingið ein wire í høvdi og bløddi so mikið illa, at hann mátti undir læknahond.
Partrolarin var staddur úti á Munkagrunninum.
Bjargingartyrlan var send avstað og flutti hann á Landssjúkrahúsið. Maðurin var ikki í lívsvanda og hevur tað gott verður upplýst.