Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
12.09.2022 07:46

Sjókovin við í stórari verkætlan

Mynd:Sjókovin

Sjókovin luttekur í stórari verkætlan um náttúrufyrisiting í stranda- og havøkjum, sum júst hevur fingið játtan frá Horizon Europe

Verkætlanin er ein samstarvsverkætlan millum 22 granskingarstovnar og fyritøkur úr 11 evropeiskum londum. Verkætlanin, sum tekur 4 ár, hevur fingið játtað áleið 73 milliónir kr frá Horizon Europe granskingarskránni hjá ES. Parturin til Sjókovan er góðar 2.7 milliónir. Tað er University College Cork, sum hevur yvirskipaðu leiðsluna av verkætlanini.

Ávirkanin á náttúruna gjøgnum menniskjaligt virksemi, so sum fiskiskap, alivinnu og ferðavinnu er vorðin rættiliga stór, og vit kenna ikki nóg væl avleiðingarnar av hesum virksemi á náttúruna. Harumframt, verður vitanin, sum vit nú hava, ikki nóg væl brúkt í umsiting og lóggávu. Tískil er tað er alneyðugt at finna betri hættir at tryggja eina burðardygga umsiting, sum ikki setur vistskipanina og lívmargfeldið í vanda.

Endamálið við verkætlanini við heitinum Marine Sabres, er at finna hættir at íverkseta og gagnnýta vitanina. T.v.s. at fáa vistskipanarligu regluna (ecosystem approach), sum tekur støði í vistskipanini í sínari heild, inn í okkara umsiting, og harvið styrkja tiltøkini fyri vernd og varðveitslu av lívmargfeldi og vistskipanum í stranda- og havøkjum. Verkætlanin skal sostatt menna amboð til áhugapartar, so at teir betri kunna íverkseta munagóð átøk til at fremja ein burðardyggan og mótstøðuføran bláan búskap.

Sjókovin fer serliga at arbeiða við uppisjóvarfiskiskapi í norðurhøvum, og hvussu londini, ið umsita fiskastovnarnar, á besta hátt kunnu møta teimum avbjóðingum, sum stava frá broytingunum í útbreiðslu og stovnsstødd, ið millum annað stava fra veðurlagsbroytingum. Hetta arbeiðið verður gjørt í samstarvi við umsiting, reiðarafeløg og aðrar viðkomandi áhugapartar.   

“Hendan verkætlanin varpar ljós á eitt sera viðkomandi evni fyri Føroyar, og vit vóna at vit við luttøku í hesari verkætlanini kunnu vera við til at menna betri hættir at umsita okkara náttúrutilfeingi til gagns fyri náttúru og vinnu”, sigur Unn Laksá, stjóri í Sjókovanum, sum saman við øðrum starvsfólkum í Sjókovanum luttekur á kick-off fundinum, sum í hesum døgum verður hildin í Cork í Írlandi.