Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
01.11.2025 21:37

Sjey nýggir slangukavarar staðið royndirnar

Mynd: Faroedive

Tíðindaskriv

Í dag stóðu sjey næmingar endaligu teori-royndirnar í samband við bæði SCUBA- og slangukavaraskeið teirra.

Hetta er fyrstu ferð, at eitt samla lið av næmingum tekur avgerð um, at fara upp til royndirnar innan bæði vinnuligt SCUBA og slangukaving samstundis. Hetta er sera hugaligt tí tørvurin er ovurstórur á slangukavarum í kavaravinnuni.

Royndirnar gingu sera væl og á myndini síggja vit vælnøgdu næmingarnar, saman við próvdómara og lærara eftir royndirnar.

Próvdómari og leiðslan á kavaraskúlanum ynskja næmingunum hjartaliga tillukku við góða avrikinum..

Standandi frá vinstru síggja vit Elias Zachariassen, próvdómara, Rasmus Pejdal (DK), Áka Egilsnes, Poul Eli Bærendsen, Marna E. Joensen, Janus Joensen, lærara. 

Sitandi frá vinstru síggja vit Leivur Joensen, Jógvan S. Hansen og Kjartan Knudsen.